Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í heyst á Landgrunninum

Lítið var at fáa av toski, hýsu, upsa, hvítingi, tungu og kongafiski á Landgrunninum í heyst í mun til onnur ár, meðan lutfalsliga nógv var at fáa av longu og blálongu. Tann stóra nøgdin av hvítingsbróðri, sum hevur verið í fleiri ár, er nú við at koma niður á eitt meira vanligt støði, meðan svartkjafturin hevur víst eina lítla øking frá 2011 til 2012.

Hóast Magnus Heinason nýtir botntrol, er nakað komið í av makreli seinastu árini. Í ár var tó minni at fáa, helst tí at yvirlitstrolingin varð seinkað 5 vikur í mun til onnur ár, tí Magnus Heinason vegna umvæling ikki hevði neyðugu fíggingina. Hevði yvirlitstrolingin verið gjørd til ásettu tíðina, er hugsandi, at Magnus Heinason hevði fingið munandi meira av makreli, og Føroyar høvdu tí havt betri hagtalsgrundarlag fyri makrel í føroyskum sjógvi.

Við tað at Magnus Heinason má umvælast meira í 2013, er vandi fyri, at hesin trupulleikin eisini verður í 2013. Meira kann lesast um yvirlitstúrin við at trýsta her.