Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Úr Helviti og inn í frelsuna

Perla: Jens Arne Kjærbæk er í dag djúpt trúgvandi maður. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Hann hevur ikki heldur staðið í aftastu røð, tá talan hevur verið um at havt nevan á lofti, og hann hevur ikki verið bangin fyri at givið sjálvt løgregluni so hatturin passar, men hann hevur so sanniliga eisini bøtt hart fyri hetta. Sjálvt um Jens Arne hevur lagt harða lívið aftur um bak, er hann svartlistaður og fær ikki rætt til grundleggjandi sømdir um mannarættindir. Oyggjatíðindi 1. Apríl 2011:

Jens Arne Kjærbæk misti beini av kleyvarskapi, og trúnna á myndugleikarnar. Hann er tó ikki hevndarhugaður, men vil hava sítt lív lýst, so sannleikin kann koma undan kavi.

Sjálvur heldur hann, at hann ongantíð aftur fær síni rættindir, sum borgari, tí hann er svartlistaður av myndugleikunum.

Jens Arne Kjærbæk, er í dag 46 ára gamal, og uppvaksin á Tvøroyri. Hann hevur verið til skips meginparin av lívinum, og hevur seinastu mongu árini búð í Hirtshals, har hann livir saman við kvinnu, og hevur eitt friðarligt og gudsóttandi lív.

Hóast Jens Arne í dag livir í javnvági við seg sjálvan og umheimin, so hevur tað ikki altíð verið tespiligt. Ein stóran part av lívinum hevur hann sitið í fongsli – eisini fyri at hava torað at sagt sannleikan. Tað kann í ávísum førum vera lívsfarligt.

Hóast Jens Arne Kjærbæk, ongantíð hevur lagt hond á eitt barn, so hevur hann kortini verið noyddur at barst sum úlvur á skóg fyri at koma burturúr óndsinnaðum slatri, og tá hann einaferð med alla meldaði hendan slaturin, kom hann sjálvur í feittifatið.

Jens Arne fortelur um sítt lív við greiðum orðum. Lítið varnaðist hann, at kvinnan, sum saman við einari dóttir, kom inn í lív hansara, skuldi vísa seg at gera honum so stóran skaða, at tað enn í dag pínir hann inn á sálina.

Hendan lítla fitta smágentan vitjaði pápa sín heima í Føroyum, men tað vísti seg ikki at hava verið so hugnaligt, tí hon seinni setti seg í móti at vitja pápan aftur, og tað vísti seg eisini, at pápin hevði bæði verið harðligur í móti dóttrini, og hevði eisini tvingað sær atgongd, at vaska henni í undirlívinum og í rumpuni, uppá ein slíkan máta, at tað ikki føldist nátturligt, men beinleiðis var seksuelt misbrúk av barninum. Aftaná avgjørdi statsamtið, at gentan skuldi ikki aftur vitja pápan í Føroyum.

Men tá ið orð skuldu setast á hetta fyri øðrum, so torir eingin at taka stigið fult út. Knappliga er pápin bara harðligur, men tá umræður seksuella ágangin, verður hetta ikki nevnt, men okkurt annað høvið kom, tá smágentan bleiv vaksin.

Hendan smágentan vísti seg at gerast nakað heilt fyri seg. Hon var provokerandi í orð og tal, og hon lat seg í klæðir, sum ikki gav hugfloginum nógv mótspæl. Hon var treisk, og hon vísti ikki mammuni, ella papppápanum virðing.

Men tá gentan var blivin 18 ár, slerdi Jens Arne Kjærbæk, nevan í borðið. Um hon ikki kundi ella vildi liva eftir teimum treytum og mørkum, tey eldru settu, so mátti hon út. Tað endaði eisini við, at hon flutti út, og hevði eftir hetta stórt sæð heldur ikki samband við heimið aftaná.

Men tíðin gongur, og til seinast kemur kuril á tráðin millum Jens Arna Kjærbæk, og kvinnuna, hann hevur livað saman við í mong ár, og tey velja at fara hvør til sítt. Men tá finnur mamman aftur saman við dóttrini, og so byrjar lívið hjá tvørámanninum at blíva til eitt reint helvit.

Jens Arna Kjærbæk, kom úr Helviti og inn í frelsuna.