Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upptakið eftir Gunvør Balle var stórt

Gunvør Balle, fyrrverandi forkvinna í mentamálanevndini, leggur nú starvsfólk á dagstovnaøkinum undir at vera inkompetent, og at umsitingin á Vaglinum ikki ger nakað og ikki kommunikerar við dagstovnaleiðarar.

Gunvør fylgir so illa við, at hon sigur seg onga útmelding hava sæð um avbjóðingar við starvsfólkatroti. Hon hevur heldur ikki funnið út av, at arbeiðsbólkurin, sum mentamálanevndin setti at eftirmeta dagstovnaøkið, hevur handað nevndini álit, og at býráðssamgongan longu hevur uppraðfest dagstovnaøkið við 10 mió. kr.

Hettar er Tjóðveldi so líkt, hava allar loysnir í andstøðu, men gera einki, tá tey sita við ábyrgd.

Í okkara fyrstu fíggjarætlan hava vit sett 10 mill. kr. av til alneyðuga uppraðfesting av námsfrøðiliga virkseminum og hvussu mann kann gera arbeiðsumstøðurnar munandi betri á dagstovnaøkinum.

Hetta er ongantíð hent áður, men vit megnaðu við hesum pengunum og tímajáttanini at tryggja tímarnar út á hvørja einstaka stovu og tað eisini við fyrireikingartíð. Tað megnaði undanfarna samgongan hjá Gunvør ikki.

Sanniliga hevur leiðslan á Vaglinum strongt á og sett í gongd tiltøk at loysa trotið á starvsfólki. Um mann samanlíknar starvsfólkatalið í dag við tað fyri einum ári síðani, so eru uml. 45 fleiri í starvi á økinum í dag.

Vit arbeiða dag og dagliga við at fáa námsfrøðingar og hjálparfólk inn á økið, og tað koma vit at gera alt okkara skeið.

Ein umráðandi partur av hesum er útbúgving og førleikamenning. Kommunan er um at vera klár at seta útbúgvingar í gongd fyri hjálparfólk, sum lyftir tey upp fakliga og lønarliga. Landið má so raðfesta pedagogútbúgvingina munandi hægri. Einki av hesum fekk Gunvør av skafti, tá hon kundi.

Tí er upptakið stórt, men vit gleðast um vaksandi barnatalið og loysa avbjóðingarnar eina fyri og aðra eftir, so at eingin skal ivast í, at dagstovnaøkið er mennandi bæði fyri starvsfólk og børn. Tað klára vit.

Annfinn Brekkstein
formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu