Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppstilling til kommunuval

Upp undir endan vakna fólk upp úr djúpum dvala, og ásanna at eingin uppstilling hevur verði í teirra øki. Eitt dømi um hetta er uppstilling til kommunuvali í Runavíkar Kommunu, triðju størstu kommunu í landinum.

Nú í nakrar mánaðir hava uppstillingarfundir verið úti um landið í sambandi við komandi kommunuval. Í høvuðsheitum hava vit bert hoyrt frá politiskum feløgum, sum skipað fyri uppstilling, men, har eingin politisk uppstilling er, hevur verið meira kvirt.

Tað er kortini óført, at onkur fær upp í lag at skipa fyri uppstillingarfundi. Takk skulu tit hava fyri tað. Men er tað ikki í seinastu løtu? Listarnir skulu jú verða inni longu í komandi viku. Haraftrat er heystfrítíð, og nógv fólk eru tí ikki tøk hesar dagarnar.

Er endamálið bert at tveita nøkur fólk á listan, og so farvæl: vit síggjast aftur um 4 ár? Hugsi ikki at hetta er ætlanin, men soleiðis sær tað út.

Hetta er eftir mínum tykki ein trupulleiki, ein demokratiskur trupulleiki, sum eigur at fáa umrøðu. Haldi ikki, at hesin upptillingarháttur hevur so nógv við fólkaræði at gera, men heldur ein fráboðan um, hvussu ósolidariskt vit handfara rættin hjá fólki at velja.

Vit eiga onkursvegna at rætta uppá hesar skeivleikar.

Lasse Klein

lasse@olivant.fo