Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UPPSKOT UM GOLFVØLL Á GLYVURSNESI SKJÓTT LIÐUG

Fyri mánaði síðan legði Tórshavnar kommuna fram uppskot til heildarætlan um golfvøll á Glyvursnesi. Hetta varð gjørt á fundi í altjóða oyggjaleikanevndini, har eisini umboð fyri ÍSF, landsstýrið og býráðið tóku lut.

Fyrr í ár heitti kommunan á íslendska golfvallararkitektin Edwin Roald um at gera eitt uppskot til golfvøll á Glyvursnesi. Uppskot hansara til heildarætlan, sum m.a. fevnir um designuppskot av sjálvum vøllinum við 18 holum, hevur fingið sera góð skoðsmál. Partur av ætlanini er eisini at endurnýta grótbrotið til venjingarvøll, verkstað, parkering v.m.

Edwin Roald hevur aftur hesa vikuna verið á Glyvursnesi og saman við arbeiðsbólki hjá kommununi arbeitt víðari við designuppskotinum og skipan av verkætlanini annars.

Edwin Roald er royndur golfvallararkitektur bæði í Íslandi og í øðrum londum. Hann leggur í sínum arbeiði serligan dent á burðardygga nýtslu av lendinum og umhvørvinum. Í løtuni arbeiðir hann við at gera gollfvøll við 9 holum á Siglufjørðinum. Hetta er tann golfvøllurin í Íslandi, sum liggur næst norðast. Í Íslandi eru 65 golfvøllir, harav 15 hava 18 hol.

Ætlanin er, at býráðið seinni í vár kann taka endaliga støðu til eitt verkætlanaruppskot um at byggja golfvøll á Glyvursnesi. Sambært fyribils tíðarætlanini, so skal byggiaarbeiðið byrja næsta summar, og alt jørðarbeiðið íroknað sáing, tekniskar skipanir til vatn, bygningar og gøtur, skal vera liðugt í seinasta lagi 2016.

Alt eftir umstøðunum, so kann spælast á vøllinum síðst á sumri 2017 ella mitt á sumri 2018.

Enn er ikki greitt, hvussu kommunan fer at fáa nýtslurætt yvir økið á Glyvursnesi, sum er um 600.000 fermetrar. Í løtuni liggur eitt uppskot í løgtinginum um ávísar broytingar í lógini um landsjørð.

Á myndini síggjast frá vinstru Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Edwin Roald, golfvallararkitektur, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri. Í arbeiðsbólkinum eru umframt tekniska stjóran og trivnaðarstjóran eisini Michael Jacobæus, landslagsarkitektur hjá Tórshavnar kommunu, og Janus Norðberg frá Tórshavnar Golffelag.

Kelda: www.torshavn.fo