Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppskot til broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

Uppskot til broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum (krøv til barlastvatn) til hoyringar.

Altjóða sjóvinnufelagsskapurin IMO hevur í mong ár viðgjørt umhvørvistrupulleikarnar við barlastvatni frá skipum. Úrslitið er, at IMO fyri fyrstu ferð hevur samtykt ein altjóða sáttmála, sum í stóran mun byggir á lívfrøðilig fyrilit og fyrilit fyri lívfrøðiligum margfeldi.

Spjaðing av skaðiligum djóra- og plantusløgum ávirkar vistskipanina í sjónum og í vøtnum. Staðfest er, at nógvar innrásir av fremmandum djóra- og plantusløgum kring heimin stava frá barlastvatni, sum er tikið inn í einum havøki og latið út aftur í einum øðrum havøki. Óviðgjørt barlastvatn kann eisini vera hervilig smittukelda til fiskasjúkur.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum er tí farin undir at broyta lógina um verju av havumhvørvinum til eisini at fevna um krøv til barlastvatn frá skipum. Nýggju reglurnar fevna eitt nú um útskifting, viðgerð og aðra handfaring av barlastvatni í góðkendum skipanum. Tær mest ítøkiligu reglurnar verða ásettar í kunngerð, heruppií reglur um markvirði, góðkenning av skipanum til viðgerð av barlastvatni, greining og royndartøka.

Reglurnar eru galdandi fyri skip undir føroyskum flaggi og skip, skrásett í FAS. Reglurnar eru eisini galdandi fyri skip undir fremmandum flaggi, í tann mun hetta er sambærligt við altjóða rætt. Reglurnar fara tó ikki at raka skip í innanlands sigling og skip, sum bara sigla innan fyri føroyskt sjó-, og fiskimark o.s.fr.

Lógaruppskotið er sent hoyringspørtunum til viðmerkingar og liggur tøkt á heimasíðuni www.imr.fo

Hoyringsfreistin er ásett til 21. des. 2012.

Innlendismálaráðið,

27. nov. 2012

Lógaruppskotið:

http://www.imr.fo/I2net/Data/Register/290f7b1a-e812-493c-8383-d9466109ca1d/aad777e6-b97c-4a74-9811-4e85845cdbf4/ebf381cc-98e8-4c40-90f6-553b63655b97.pdf