Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppsagnir í óðum verkum

Serfrøðingar við kjarnuuppgávum í føroyska landbúnaðinum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, tí at Búnaðarstovan skal spara. Ætlanin er at niðurleggja tænasturnar, uttan at tað er greitt hvussu uppgávurnar skulu loysast í framtíðini og áðrenn løgtingið hevur tikið støðu til fíggjarlógaruppskotið, sum er grundarlagið undir sparingunum

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

Trý fólk hava fingið ætlanarskriv frá Búnaðarstovuni, sum ætlar at siga tey úr starvi frá 1. november. Orsøkin er, at Búnaðarstovan hevur fingið boð um at spara eina góða millión, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið. Helvtina í 2014 og hina helvtina í 2015.

Sparingarnar raka rakstrarstaðið Almennar Royndir og ráðgeving, og fyri at fáa endarnar at røkka saman hevur Búnaðarstovan avgjørt at avtaka tænastur sum ísáðing, neytaeftirlit og ráðgeving í sambandi við fóðring. Tvey av starvsfólkunum, sum ætlanin er at siga úr starvi eru limir í Starvsmannafelagnum og taka sær ávíkavist av ísáðing og neytaeftirliti.

Starvsmannafelagið mótmælir hesi ætlan. Ætlanin fyrikemur óumhugsað og merkt av so stórari óvissu, at tað er óðamannaverk at fremja uppsagnirnar á verandi grundarlagi.

Eingin loysn funnin

Limir okkara, sum ætlanin er at siga úr starvi, eru serfrøðingar hvør á sínum øki og sita í lyklastørvum í føroyska landbúnaðinum. Annar er ísaáðari og hin stendur fyri neytaeftirlitinum, sum báðar eru lívneyðugar funktiónir í einum framkomnum mjólkneytahaldi í dag. Hetta hava bæði stjórin á Búnaðarstovuni, stjórin í felagnum hjá mjólkarbóndrunum Meginfelag Búnaðarmanna og formaðurin í Bóndafelagnum gjørt greitt í fjølmiðlunum. Allir hava teir undirstrika týdningin av at funktiónirar halda fram.

Men í løtuni hongur alt í leysum lofti.

Búnaðarstovan hevur á heimasíðuni boða frá, at Búnaðarstovan og MBM “samskifta” um hvussu tænastan skal halda fram, men Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, hevur longu alment boða frá, at tað er als ikki vist, at MBM fer at yvirtaka uppgávunar.

Um MBM ikki átekur sær uppgávuna er tað neyvan nakar annar, ið kann. Tískil er tað púra ógreitt hvussu tær nevndu kjarnufunktiónirnar í føroyska landbúnaðinum skulu loysast, um Búnaðarstovan ger álvara av síni ætlan um at siga starvsfólkini upp 1. November

Fremstu serfrøðingar

Starvsfólkini, sum ætlanin er at siga upp eru fremstu serfrøðingar á sínum økjum her á landi. ** Skulu onnur taka við mugu tey lærast upp.

Óvissa er sostatt ikki bert um, hvør ið kann átaka sær arbeiðsgevarauppgávuna, um Búnaðarstovan sleppur endanum. Men óvissa er eisini um, hvørt tað yvirhøvur ber til at finna avloysarar fyri tey mest kompetentu fólkini á økinum, sum ætlanin nú er at siga úr starvi.Formaðurin í Bóndafelagnum hevur víst á, at hettar kann gerast eitt álvarsmál fyri landbúnaðin, tí at tað er eingin sjálvfylgja, at avloysarar kunnu finnast.

Starvsmannafelagið heldur, at málið um uppsagnirnar á Búnaðarstovuni er merkt av panikki upp undir arbeiði við fíggjarlógini. Talan verður um at niðurleggja almennar uppgávur, sum hava verið partur av føroyskum landbúnaði í meira enn 50 ár, uttan at greiða er fingin á hvat ið skal henda eftir 1. november.

Felagið vil ávara ímóti, at ein almennur stovnur avhøvdar sína fremstu serfrøði á so ivasomum grundarlagi.

Tingið má tala

Starvsmannafelagið vil eisini átala, at uppsagnir av kjarnufunktiónum verða framdar áðrenn løgtingið yvirhøvur hevur tikið støðu til fíggjarlógaruppskotið fyri 2014.

Hvussu fíggjarætlanin hjá Búnaðarstovuni sær út veit eingin fyrr enn løgtingið hevur tikið støðu. Tí er tað, at spæla russiska roulette við starvsfólkunum, um Búnaðarstovan fer at siga fólkunum úr starvi áðrenn tingviðgerðin er liðug. Vil vilja minna á, at tað meiri enn so er hent fyrr, at fíggjarnevndin hevur mælt til at hækka játtanir, eisini tá ið umræður sparingar innan landbúnaðin. Og við teirri stóru óvissu, sum er tengd at hesum uppsagnunum, bæði fyri starvsfólk og vinnu, er tað ikki óhugsandi, at broytingar vera gjørdar, so at skaðin verður fyribyrgdur.

Starvsmanafelagið vil hervið heita á Búnaðarstovuna um í minsta lagi at útseta uppsagnartilgongdina til greiða er fingin á hvussu tænastunar skulu skipast í framtíðini.

Samstundis vil felagið heita á Løgtingið um at veita Búnaðarstovuni tað játtan, sum skal til fyri, at stovnurin framhaldandi kann røkja sínar kjanuuppgávur fyri landbúnaðin.