Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upprunaføroysk ungdómsbók til tey heilt ungu

Kyrri og Lóa er ein nýggj føroysk ungdómsbók, sum Jonna Ó. Poulsen hevur skrivað til tey heilt ungu. Janus á Húsagarði hevur gjørt tekningarnar.

Kyrri og Lóa ganga í 5. flokki í býnum Brimvík og eru bestu vinir. Kyrri er júst fluttur úr bygdini Skeljavík, tí pápin hevur fingið starv í býnum.

Kyrri og Lóa er ein lættlisin og stuttlig søga um tann heilt unga ungdómin, sum byrjar at fáa áhuga fyri tí, sum onkur vil siga, hoyrir til vaksnalívið.

Bæði Kyrri og Lóa eru, hóast sín unga aldur sera búgvin, og vita longu rættiliga nógv um alt millum himmal og jørð, serliga tað, sum viðvíkir hinum kyninum.

Søgan snýr seg fyrst og fremst um Kyrra og Lóu, men eisini familjan hjá Kyrra, eitt nú stórabeiggjan Geira, sum bara hugsar um gentur, og um ommuna, sum kemur á vitjan. Eisini floksfelagirnir og vinmenninar, sum koma úr Skeljavík inn í býin at vitja, eru týdningarmiklir persónar í søguni.

Hendingarnar í bókini eru rættiliga gerandisligar, hendingar og tilburðir, sum ungdómar kenna aftur og stríðast við dagliga; tað, at síggja gott út, at verða forelskaður, samstundis sum ymiskt býtt verður gjørt. Kyrri hevur tó sínar heilt egnu meiningar um, hvussu hesi ymisku viðurskiftini áttu at verið greidd.

Jonna Ó. Poulsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og rekur sína egnu vælverustovu á Toftum. Í fjør gav Jonna út bókina “Útferðing hjá teimum 4 ungu”, sum var hennara fyrsta bók.

Kyrri og Lóa er sostatt onnur bókin hjá Jonnu. Tað er Forlagið í Støplum sum gevur bókina um Kyrr og Lóu út. Hon kostar 175 krónur.