Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sørin Richardt og Eilen D. Simonsen kunnu aftur frøast. Tey hava fingið dóm fyri, at tey vórðu uppsøgd í Vágs Kommunu av órøttum. Og uppreisnin hevur nógv meira virði fyri tey enn pengaliga endurgjaldið.

Uppreisinin meira verd enn endurgjaldið

Sekkjaðu námsfrøðiligu leiðararnir í Vágs Kommunu eru ovurfegnir um, at Føroya Rættur sera greitt hevur staðfest, at uppsøgnin av teimum var ósaklig og tískil skal ógildast. Í praksis merkir tað tó ikki, at tey fáa størvini aftur, men í staðin skulu tey hava eitt endurgjald upp á 75.000 krónur hvør.

Uppsøgnin í fjør av Unn Michelsen, Eilen D. Simonsen og Sørin Richardt, sum tá vóru ávikavist dagstovnaleiðari í farloyvi, virkandi dagstovnaleiðari og frítíðarskúlaleiðari í Vágs Kommunu, hevur havt stórar persónligar avleiðingar fyri tey trý.

Unn Michelsen býr enn í Vági, men arbeiðir á Tvøroyri. Hinvegin vórðu bæði Eilen D. Simonsen og Sørin Richardt noydd at flyta, um tey vildu hava starv aftur sum námsfrøðingar. Tey búgva bæði í Havn, har hon hevur fingið starv í Drotning Ingridar Barnagarði og hann í Barnagarðinum og Vøggustovuni við Velbastaðvegin. Bæði kenna tey seg bókstaviliga rikin úr Vági, av teimum, ið tá ráddu fyri borgum har.

Lívsgrundarlagið skrætt burtur

“Kommunan skræddi lívsgrundarlagið undan mær, so einfalt er tað. Eg var annars fluttur aftur til Vágs í 2003 eftir 18 ár í Danmark, og eg hevði ongar ætlanir um at flyta haðani. Men tað bleiv eg noyddur til, og eg var tíbetur so heppin at fáa arbeiði her við Velbastaðvegin í Havn”, sigur Sørin.

Eilen og hennara familja flutti til Vágs í 1998 eftir at hava búð og arbeitt í Grønlandi í nøkur ár.

“Hjá mær var heldur onki annað at gera enn at rýma úr Vági, um eg vildi hava arbeiði sum námsfrøðingur. Táverandi býráð tosaði nógv um trivnað, og tað samsvarar jú ikki serliga væl við at reka fólk av bygdini”, heldur hon.

Hon og Sørin halda uppreisnina hava nógv størri týdning enn tær 75.000 krónurnar, tey hava fingið í endurgjaldi í part.

Óvirðilig viðferð

“Ja, tað er ongin ivi um tað. Eg helt meg gera eitt gott arbeiði á dagstovninum, og kendi meg tí ógvuliga niðurgjørda og óvirðiliga viðfarna. Tí hevði tað stóran týdning fyri meg, at fáa alt fram, soleiðis sum tað bleiv rullað upp í rættinum. Alt ov ofta verður bakkað fyri órættvísinum, tí fólk orkar ikki at seta seg upp ímóti einum myndugleika ella arbeiðsgevara. Men tað setti eg í meg, at hesaferð skuldi sannleikin fram í ljósið”, sigur Eilen.

Sørin er samdur.

“Sjálvandi er tað gott at fáa nakrar krónur í endurgjaldi, men 75.000 krónur eru skjótar at brúka. Uppreisnin er hinvegin varandi, og tað hevur eisini stóran týdning fyri meg, at tað kemur fram, hvat farið er fram fyrisitingarliga í Vágs Kommunu”, sigur Sørin.

Kelda: www.pedagogfelag.fo