Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppmáting á Knúki í Mykinesi

Herfyri vóru fólk frá Umhvørvisstovuni í Mykinesi og gjørdu gps-uppmátingar, sum liður í arbeiðinum við at økja neyvleikan av grundarlagnum undir uppmátingum í Føroyum.

Seinastu árini hevur Umhvørvisstovan, í samstarvi við danska Kort- & Matrikelstyrelsen, arbeitt við nútímansgerð av tí føroyska fikspunktskervinum, sum er grundarlagið fyri allari uppmáting í Føroyum. Eitt fikspunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión. Áður hevur neyvleikin av fikspunktskervinum ligið á 5 - 10 cm, men við teim nýggju gps-uppmátingunum gerst neyvleikin 0-2 cm. Hesin neyvleikin hevur stóran týdning fyri øll, sum brúka gps til uppmátingar.

Tey seinastu árini eru uppmátingar gjørdar av nýggjum punktum, har tey flestu liggja nærindis býum ella bygdum. Nú verður arbeitt víðari, fyri at skapa eitt haldgott grundarlag fyri, at staðsetingarnar av teim gomlu fikspunktunum kunnu umroknast í tráð við tær nýggju gps-mátingarnar.

Niðanfyri sæst gamla triangulatiónsnetið til vinstru og nýggja gps-netið til høgru:

Tá Føroyar í sínari tíð vórðu neyvt kortlagdar, varð tað gjørt við grundarlagi í uppmátingum, sum vórðu gjørdar av fólki frá danska generalstaben í tíðarskeiðnum 1895-99. Tær upprunaligu uppmátingarnar vórðu síðan endurskoðaðar í 1954.

Tá á døgum vórðu uppmátingarnar gjørdar við triangulatión, sum bygdi á útrokning av longdum og vinklum. Við nútímans gps-mátingum ber væl til at samanknýta punktir, hóast tað ikki sæst millum punktini. Øðrvísi var við teimum gomlu punktunum, har neyðugt var at seta hesi upp á fjallatindar, fyri at síggja millum punktini, tá vinklar og longdir skuldu mátast.

Endamálið við uppmátingunum í Mykinesi var at samanknýta gamla triangulatiónsnetið og nýggja gpsnetið. Harvið fer at bera til at rokna nýggjar koordinatar og hæddir til gomlu triangulatiónspunktini og at gera neyðugar transformatiónsformlarmillum gomlu og nýggju skipanarnar. Líknandi uppmátingar eru í seinastuni gjørdar í Vestmanna, Eiði og við Gjógv. Í næstum verður hildið fram í Norðoyggjum, Sandoy og Suðuroy.