Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upplivdu Snjólýsi í gjár

Í gjár varð nýggj útgáva, ið bar heitið "Snjólýsi," frá Felagið Føroysk Tónaskøld at uppliva í TUTL handlinum á Káta Hornið. 

Í fjør umbað Felagið Føroysk Tónaskøld framførslur av føroyskum verkum fyri floytu og klaver. Framførslunum stóðu beiggjarnir Nikolos Demopoulos og Panayiotis Demopoulos úr Grikkalandi fyri, og tað eru hesi verk, sum útgávan fevnir um, afturat soloverkum.

Framførslurnar á fløguni vórðu upptiknar 18.-19. juni í Norðurlandahúsinum í 2015 í sambandi við árliga Summartónar festivalin, ið hevur spælt ein týðandi leiklut í Føroyum við atliti til framførslu av nýggjum føroyskum tónleiki, síðani 1992.

Kim Kristensen stóð fyri upptøku, og Tutl gevur út.

Verkini á fløguni eru hesi:

Sámal Jákup Jakobsen:   'Feather in the storm'
Kari Bæk: 'Snjólýsi'
Arnold Ludvig:  'Knúkur’
Kim Kristensen: 'Thermal Mysteries'
Teitur Lassen: 'Y Arpeggios’
Kristian Blak: 'Tårnet’, 'Bort, Bort’