Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upplagdur favorittur hjá Einglapressuni sakk

Fleiri av uppløgdu favorittunum hjá Einglapressuni, sum sanniliga eisini eru sloppnir at profilera seg, sukku djúpt á valinum. Ein av hesum var Bogi Andreasen, sum annars fekk eitt komet-val á tjóðveldislistanum við seinasta kommunuval, og gjørdist varaborgarstjóri.

Fólkaflokkurin fekk Boga Andreasen, yvir í A-liðið uppundir løgtingsvalið, men at júst hesin skal hava eina bjarta framtíð í føroyskum politikki, er heldur ivasamt, tá hann ikki kláraði at mynstra við fleiri enn 167 persónligum atkvøðum á løgtingsvalinum.

Bogi Andreasen, kláraði so ikki at koma uppá bjørtu bylgjuna, Fólkaflokkurin annars varð borin fram av. Orsøkin til framgongdina var, at Fólkaflokkurin hevur avmonterað javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkin, og hevur í valstríðnum vampýr-sogið merg og blóð úr hesum flokkum. Av tí sama hevur Bogi Andreasen ikki verið atraktivur.

Tað, sum bar Boga Andreasen inn í býráðið í Havn, var ungdómurin, sum á løgtingsvalinum hava vent manninum bakið. Hesaferð megnaði Huxa´formaðurin, Hanus Samró, at mynstra tey ungu umborð á sín stuttleikabát.

Ta einu løtuna, sá annars svart út hjá Samró. Hann hevði tann avgerandi feilin, at hann tosaði niður til ungdómin. Tað var serliga í byrjanini av valstríðnum, men hann mentist so hvørt, og til seinast varð hann heilt væl umtóktur, og bleiv so eisini valdur við 304 persónligum atkvøðum.

Kortini ljóðar, at fínteljingin kann fara at føra til, at fólkaflokkurin missir ein løgtingslim. Hendir tað, so verður tað júst Samró, sum kann missa til Gl. Sjálvstýri, so enn er spenningurin stórur. Eisini um tað eydnast Helnu Dam á Neystabø, at trýsta Eyðgunn Samuelsen, afturum seg í fínteljingini. Eyðgun Samuelsen, hevur 261 atkvøður undan fínteljingini, og Helna hevur 258 persónligar atkvøður.

Men upplagdi favoritturin hjá Einglapressuni, Bogi Andreasen, sakk. Tað broytir so ongin fínteljing.

Dan Klein, blaðstjóri