Uppi í Gerðum
Herfyri frættu vit um eina bókarøð, sum Lasse Klein, rithøvundur, hevur skrivað, lagt til rættis og útgivið. Tær fyrstu tvær bøkurnar eru nú komnar, og kunnu fáast í bókabúðunum. Umframt hevur høvundurin valt at lata øllum Keypsamtøkunum bókina at selja.
Handbókin um Føroyar, og handbókin um Klaksvík, eru komnar út, sum samstundis eru nr. 1 og 2 í røðini. Motivini hevur rithøvundurin sjálvar valt sær út, og hevur so fingið teknara at gera. Hetta eru teir komnir væl frá.
Eisini hevur høvundurin valt at gera eitt avmarkað tal av plakatum við motivum úr bókunum. Hesar søguligu plakatirnar geva seg væl út á einum veggi.
Ein forvitnislig tekning er í bókini um Klaksvík, sum lýsir býlingin uppi í Gerðum, áðrenn fyrra skalvalopið 12. Mars 1745.
Teknarin hevur eftir elligomlum skjalatilfari, sum ikki hevur verið almannakunngjørt fyrr, tekna Norðistovu og Niðristovu, og sjey smærri smáttur, sum hoyrdu til býlingin. Í hesum sambandi hevur rithøvundurin fingið skjøl og skitskur av økinum frá Norðoya Fornminnisfelag.
Í bókunum eru fleiri góðir faktuellir upplýsingar, og so eru tær rættiliga góðar, sum undirvísingartilfar, ikki at gloyma, at lætt er at finna stílevnir til skúlabrúks í bókunum.