Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppboðssøla av fiskirættindum er landsskaðilig

Vísindaliga er rættuliga væl prógva, hví palliba, sum væntar kekk, í staðin fær rokning 

Í Estlandi varveittu verðandi aktørar 90% av rættindunum meðan 10% blivu seld á uppboðssølu. Tað gingu 3 ár, so skiltu øll, at hetta als ikki bar til. Parlamenti í Estlandi samtykti tí einmælt at avtaka uppboðssøluna í 2003.

Í Russlandi seldu teir 20% av fiskirættindum í fjareystri, meðan verðandi eigarar varveittu 80%. Tað tók bara 2 ár til teir avtóku uppboðssøluna, eisini í 2003. 

Orsøkin til at uppboðssølurnar blivu avtiknar var, at feløg bjóðaðu alt ov nógv. Tí góðust feløg og ongir pengar vóru til íløgur. Í Estlandi og í Russlandi dugdu mynduleikarnir at síggja, at fyrst manning, síðan reiðari og at enda palliba endaði við rokningini. Tí blivu uppboðssølurnar avtiknar.

Í USA seldu teir rættindir til bandbreidd til telefon/internet í 1995. Tilsamans 13 feløg keyptu. Av hesum fóru 9 konkurs eftir heilt fáum árum, meðan hini 4 høvdu aðrar aktivitetir, sum betaltu undirskotið. 

Í Europa øktist skuldin hjá Statsáttu feløgunum í Týsklandi, Bretlandi og Fraklandi 100 milliardir hvør.
Samanbering av netkapasiteti vísur, at øll nevndu lond eru relativt minka frá 2001-2014. Tí kann sigast, at eisini á hesum øki er avgjald orsøkin til, at hesi lond spakulig gerast eftirbátar. 

Avgjald á telehald er a-sosialt tí vit hava flat-rate. Munur millum framleiðslukostna og tað kundin vil gjalda, verður tikin inn í landskassan sum avgjald. Tí er tað ein skattur, sum rakar tey á niðastu rók harðast. Kanska er tað tí at akademikarar við endaløn á 42.000 pr. mána, taka undir við slíkum.

Í vísindaligari grein í 1971 var staðfest: He who bids on a parcel(oljuloyvi) what he thinks it is worth, will in the long run be taken for a cleaning. Nevndu dømir staðfesta bara, at tað enn er galdandi.
Ikki fyri at fornerma Poul Michelsen, men okkara uppboðssøla er í trá við tað Marx og Engels hildu verða rætt í 19 øld.

Tað er uttan fyri allan iva, at uppboðssøla er skaðilig fyri palliba og landskassan. Tað er líka mikið um vit selja 10% ella 100% Vísindaliga ber til at prógva at avgjald gevur rættari prís og tí meira til palliba og landskassan enn uppboðssøla. Tí eigur øll uppboðssøla at verða avtikin beinan veg.

Eivind Jacobsen
Valevni fólkafloksins