Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Upp til 700 mill. kr. fara á hvørjum ári í skeivar lummar

Høgraradikala samgongan hevur eitt mantra, ið eitur, at vit mugu spara. Alt gott um tað, tá tað er neyðugt, og øll leggja rygg til. Men í okkara ósolidariska samfelagi, merkir orðið vit í nevnda samanhangi einans, at tað bert er tað almenna saman við teimum á teim niðastu rókunum, ið skulu spara.. Samstundis sum mong á ovastu rókunum - bæði innan alment og privat - verða borin á hondum og fáa sæti í smærri og størri gullstólum.

Hetta eigur sjálvandi at verða broytt, men tað krevur bæði sterkan vilja og stóra orku frá politiskari síðu væl stuðla av øllum teimum, ið ikki bert vilja sær sjálvum og øðrum egoistiskum einstaklingum væl, men øllum Føroya fólki alt tað besta.

Tey politiskt høgraradikalu og tey á ovastu rókunum fara sjálvandi at royna at verja borg bæði við politiskari makt og øllum teinkjandi snildum, men kunnu verða sett skák og mát, um fjøldin saman við politiskum viðhaldsfólki eru til dystin fús. Ongin ivi um tað.

Fyrsta stigið verður at fremja fíggjarligar broytingar, soleiðis at bæði fólkið og landskassin fáa økta fíggjarorku. Fólkið fær direkta fleiri pengar at ráða yvir, um vinningurin av vørusølu verður justeraður til tað, ið er hóskiligt og kann góðtakast, og landskassin fær tað, hann eigur at fáa: mvg eftirstøða + skattaundandráttir minst 50 mill. kr/ strámannavirksemi verður steðgað gevur uml. 150 mill. kr./ + veiðirættindi kr. 100 mill. kr. meira enn nú = 300 mill. kr. tilsamans

Flatskatturin sigst kosta minst 200 mill. kr, sum eisini - við skattabroytingum - kunnu fara aftur í landskassan, og soleiðis kunnu íalt uml. 500 mill. kr. leggjast aftrat í landskassan um árið at gera gott við fyri fólkið sum heild frá nýfødda barninum í vøgguni til oldingin á gravaðarbakka, frá barnagørðum og skúlum, og frá sjúkrahúsum og røktar- og ellisheimum, til vegir og brýr, til tunlar , til ítrótt og annað frítíðarvirksemi: musikkskúla og mentan og alt annað, sum øll hava áhuga í og brúk fyri til ymsar tíðir í lívinum.

Landskassin er okkara felags kassi, sum vit øll njóta væl av, sjálvt um høgra leggur hann fyri hatur og leggur sum minst í hann, meðan teir sjálvir hava súgvurørini djúpt niðri í honum - sum skilst - bert til egna nýtsla, og tí er hann mest sum altíð tómur, serliga tá eitthvørt samfelagsgagnligt skal gerast og fíggjast. Og tí skal sparast. Tá fáa Palleba og Marsanna at vita, at tey hava oyðsla, og at tey mugu taka seg um reiggj.

Leggjast skal aftrat, at niðursettu vøruprísirnir til rímuligan vinning kunnu geva 10.000 húsarhaldum uml. 20.000 kr. í part ella uml. 200 mill. kr. Saman við áðurnevndu 500 mill. kr. er talan sostatt um íalt kr. 700 mill, sum kunnu gerast fólksins ogn og kunnu gerast smá og størri undurverk á vegnum gjøgnum lívið fyri hin einstaka alt eftir vilja, ynski og/ella tørvi. Onki við sersømdum fyri nakran – heldur ikki fyri høgra – øll fáa somu sømdir eisini tey, men so ikki meira.

Av góðum grundum eru tølini mett tøl, sum onnur – við neyðugum skjølum – kunnu meta neyvari um, men heildarmetingin verður – við somu fyritreytum – ikki nógv øðrvísi enn frammanfyristandandi.

Tær 500 mill. kr. kunnu gera undurverk innan allan tann almenna sektorin, og nógv umrødda undirskotið kann við eitt verða broytt til yvirskot.

Vit kunnu, bert vit vilja, verður sagt. Onnur syngja: Viljin er sterkasta svørðið, bíturr á harðasta stál.....Men vilja vit?

Tey høgraradikalu og teirra viðhaldsfólk vilja ikki, tí tey vilja hava alt. Og higartil hevur eydnast teimum at liva eftir nevndu fatan og saman við høgrapolitiskum hjálparfólki hava tey, sum er, sett seg á nógv størri virðir, enn teimum tilkemur. Flest onnur verða av somu orsøk við skerdan lut.

Tí er sera umráðandi - ja, altavgerandi – at øll onnur seta føtur í spenni og leggja alla orku í, soleiðis at bandittakósin verður broytt til eina solidariska kós til frama fyri øllum Føroya fólki.

Teir høgraradikalu og teirra sympatisørar eiga hvørki landi, sjógvin, ella tað sum livir í sjónum ella er undir havbotninum, sum tey til tíðir halda seg gera og geva útrykk fyri. Nei, alt hetta eiga vit øll, og hetta hava vit fingið sum gávu frá Skaparanum. Lat okkum tí takka fyri hesa stóru og ríku gáva, vera góð við hana og fara væl við henni, soleiðis at børn okkara eisini mugu fáa gagn og gleði av henni og takka okkum fyri, at vit í øllum okkara virki ongantíð gloymdu, at vit høvdu fingið gávuna til láns frá teimum, sum aftaná okkum skulu liva og virka á okkara vøkru oyggjum.

Dagfinnur Danbjørg.