Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Unn leiðari á Húsaumsitingini

Tórshavnar kommuna hevur sett Unn S. Perdomo í starv sum leiðari á Húsaumsitingini.

Unn hevur drúgvar royndir, bæði frá privatu ráðgevaravinnuni, og hevur seinastu árini verið í starvi á Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, og hevur seinastu mánaðirnar virkað sum fyribils leiðari á deildini.

Fremsta uppgávan hjá HÚSAUMSITINGINI er at syrgja fyri, at bygningarnir hjá kommununi verða røktir og umvældir í mun til lógarkrøv og forsvarliga røkt.

 Unn S. Perdomo tekur við starvinum beinanvegin.