Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uni Debess & The Tomcats á G!

Uni Debess & The Tomcats verða millum nøvini, ið spæla á G! Festivalinum í ár og manningin boðar frá góðsku og drúgvum royndum. 

Uni sigur frá, at teir eru í løtuni í upptøkuhøli, har teir leggja seinastu hond á eina nýggja fløgu, sum hevur verið í ger í seinasta hálvtannað árið. Tónleikurin á hesu fløgu er yvir í funk/rokk/blús, sum var nógv at hoyra í 1960'unum og 1970'unum. 

Fløgan verður væntandi tøk í oktober, ktobur 2015, so fer bólkurin at spæla nøkur av løgunum av nýggju fløguni á festivalinum í ár. 

Uni Debess & The Tomcats eru Uni Debess á sang, gittar og munnharpu, Finnur Hansen á orgul og kóri, Edavrd Nyholm Debess á bassi og kóri og Jósva Debes á trummum.