![](/myndir/myndin-15832_r_705_0.jpg)
Ungir føroyskir rógvarar sera góð úrslit til DM í inniróðri
DM í inniróðri hevur í dag verið í Gladsaxe-høllini í Søborg. Í alt 12 føroyskir rógvarar tóku lut. Av teimum 12 rógvarunum vóru 8, sum kappaðust í ymisku unglingabólkunum.
Eftir kappingina kann staðfestast, at føroysku rógvararnir fingu sera góð úrslit. Talan gjørdist nevniliga um heiðursmerki til 9 av teimum 12 rógvarunum.
Tey fyrstu at kappast vóru teir fýra eldru rógvararnir. Her gjørdist úrslitið tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki. Sarita Kristina Hansen og Jón Nónklett vunnu gull í ávikavist veteran bólkinum fyri kvinnur 30 – 39 ár lættvekt og veteran bólkinum fyri menn 40 – 49 ár tungvekt. Bergur Dam Jensen og Toni Dam vunnu silvur í ávikavist veteran bólkinum fyri menn 30 – 39 ár lættvekt og 50 – 59 ár tungvekt.
Tey átta ungu, sum vóru bulurin í føroyska róðrarhópinum til DM, stóðu seg eisini sera væl. Her gjørdist talan um gull til bæði Sunnevu Lamhauge Leo, Emmu Landgaard Nagurset og Nikobu í Gong, sum róðu í bólkunum Junior C II piger 13 ár, Junior C piger 14 ár og Junior B piger 16 ár. Helgi Olsen vann silvur í bólkinum Junior C drenge 14 ár og Unnur Wenningsted á Tórgarði vann bronsu í bólkinum Junior C piger 14 ár. Hjá Kristiannu Skarpheðinsdóttir og Elin Døgg Súnadóttir gjørdist talan um ávikavist eitt fjórða pláss og eitt sætta pláss í bólkinum Junior B II piger 15 ár.
Karlot Hergeirsson kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya og ferðaleiðari hjá føroyska hópinum vísir á, at Róðrarsambandið fegnast stórliga um góðu úrslitini, sum greitt vísa, at Føroyar eru ein sterk kappróðrartjóð. Hann leggur afturat, at serliga úrslitini hjá teimum ungu rógvarunum vísa, at føroyski kappróðurin og inniróðurin hava eina bjarta framtíð eins og at miðvísa arbeiðið, sum Róðrarsambandið er farið undir seinastu árini fyri at menna og skipa inniróðurin, gevur góð úrslit.
Niðanfyri síggjast úrslitini hjá føroysku rógvarunum á vanliga kappingarteininum:
Sunneva Lamhauge Leo gull Junior C II piger 13 år 3min 767m
Emma Landgaard Nagurset gull Junior C piger 14 år 4min 1077m
Helgi Olsen silvur Junior C drenge 14 år 4min 1147m
Kristianna Skarpheðinsdóttir 4. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:52.4 min
Nikoba í Gong gull Junior B piger 16 år 2000m 7:25.8 min
Unnur W. á Tórgarði bronsa Junior C piger 14 år 4min 1018m
Elin Døgg Súnadóttir 6. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:57.1 min
Sarita Kristina Hansen gull veteran dame 30–39 ár lættvekt 2000m 7:28.4 min
Jón Nónklett gull veteran herre 40–49 ár 2000m 6:12.1 min
Bergur Dam Jensen silvur veteran herre 30–39 ár lættvekt 2000m 6:35.3 min
Toni Dam silvur veteran herre 50–59 ár 2000m 6:22.8 min
Úrslitini frá spurtinum (200 m) :
Emma Landgaard Nagurset gull Junior C piger 13-14 år 39,6 sek
Unnur W. á Tórgarði silvur Junior C piger 13-14 år 41, 2 sek
Sunneva Lamhauge Leo 6. pláss Junior C piger 13-14 år 43, 1 sek
Helgi Olsen gull Junior C drenge 13-14 år 34, 7 sek
Elin Døgg Súnadóttir 4. pláss Junior B piger 15-16 år 38,6 sek
Nikoba í Gong 5. pláss Junior B piger 15-16 år 38, 7 sek
Kristianna Skarpheðinsdóttir 18. pláss Junior B piger 15-16 år 43,9 sek
Jannik K. Dalfoss 9. pláss Junior B drenge 15-16 år 35,7 sek
Sarita K. Hansen 4. pláss Senior kvinde åben 38,6 sek
Bergur R. Dam Jensen 6. pláss Senior mænd åben 32,1 sek
Stafettin (2000m):
Sunneva, Unnur, Kristianna
og Jannik 3. pláss Junior 10-16 ár 7:17.7 min
Emma, Helgi, Elin
og Nikoba 7. pláss Junior 10-16 ár 7:30.4 min
Sunnudagin skipaði Róðrarsamband Føroya fyri móttøku í ÍSF-húsinum, har høvi verður at heilsa uppá rógvararnar og ynskja teimum tillukku.