Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ungdómstilboð til øll!

Børn og ung við serligum fakligum avbjóðingum, (sum bera brek) hava sum nú er ikki eittt skipaðan ungdómsklubb ella eitt hóskandi kommunalt frítíðartilboð um kvøldarnar og um vikuskifti, á sama hátt sum onnur ung í Tórshavnar kommunu hava í dag.

Hetta er ikki rætt og má bøtast uppá frá politiskari síðu. Hesu børn og ung sum bera brek, hava í dag fulla atgongd til eitt nú øll ungdómshúsini í kommununi, men tey halda seg burtur, kanska tí tey ikki føla seg so væl og tí at onnur børn eru har osv.

Hetta mugu vit gera nakað við. Tað sum vit oftani upplíva, er at hetta hoyrir ikki kommununi til, tí hettar er eitt landsmál og ikki kommunalt øki.

Tað sum ein oftani hoyrir ímóti einum slíkum tilboði, at hesu børn sum bera brek, krevja fakligt umhvørvið, tað er uttan fyri skúlatíð, krevja eykað orku, fígging, faklig starvsfólk og so er tað partvís eitt landsmál osv. Hvør er tabir hetta slagið? - Jú tað er hesu stakkals børn og ungu sum bera brek.

Hvat hevur verið gjørt hesu seinastu mongu árini fyri hesum børnum og ungu? svarið er einki, tí tað er einki tilboð til teirra frá kommunalari síðu í dag.

Nei sanleikin er at tað skal vera pláss fyri okkum øllum. Tað er tíð uppá at hesu børn og ung fáa somu sømdir og ungdómstilboð sum øll onnur ung. Tað er nú tíð at hetta í rættlag.

Vh Levi Mørk

www.levimork.com

býráðslimur