Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndin í Ungmannafelagnum Samband

Ungdómspolitiskt tiltak

Ungmannafelagið Samband skipar fyri einum ungdómspolitiskum tiltaki, leygardagin 16. januar 2016, kl. 16:00-18:00. Tiltakið verður í Tórshavn, á Gamla Apoteki.

Evnið: Ríkisfelagsskapurin, herundir framløgur, kjak o.a.

Tey luttakandi: Nevndin í US, Tingbólkur Sambandsfloksins og limir í US.

Eisini fara Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at leggja fram um Ríkisfelagsskapin.

Endamálið við tiltakinum er m.a. at fáa tey ungu í størri mun at taka aktivt lut í kjakinum um politikk og samfelag. Harafturat er endmálið at gera tey til reiðar og betri før fyri at kunna stilla upp sum valevni og føra valstríð.

Sambandsflokkurin.