Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ungdómspensjónat byggjast í Havn

Komandi árini eru settar slakar 17 mió. krónur av til eitt ungdómspensjónat í Havn til børn og ung. Tað er greitt, nú játtanarkarmarnir komandi árini eru almannakunngjørdir. Nýggja ungdómspensjónatið er eitt nýbrot á almannaøkinum.

-Tað eru eftirhondini nógv ár síðan, at fakfólk gjørdu vart við, at tað var neyðugt við einum ungdómspensjónati til børn og ung. Her verður talan um eitt átrokandi tilboð til børn og ung, sum millum annað eru fevnd av barnaverndarlógini og forsorgarlógini, so tey kunnu búnast til vaksnamannalívið, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Nýggja ungdómspensjónatið verður ikki eitt vanligt sambýli ella stovnur, sum vit kenna tað. Her verður talan um eitt fjøltáttað tilboð, sum veitir møguleikar fyri útslúsing, búvenjing og eftirvernd.

- Við einum nýggjum og tíðarhóskandi ungdómspensjónati verður møguligt at forða fyri, at fleiri ung verða send av landinum. Tað kann eisini nýtast til heimtøku av teimum, sum hava lokið viðgerð viðgerð uttanlands, vísir Annika Olsen á.

Á ólavsøku verður eftir ætlan verklagslógin fyri nýggja ungdómspensjónatið løgd fyri tingið.