Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Unga Sjálvstýri nýggja nevnd

Tíðindaskriv: Týsdagin 2. juni 2015 fekk Unga Sjálvstýri nýggja nevnd. Í nevndini fyri Unga Sjálvstýri sita nú: 

Tróndur Ellingsgaard, formaður
Birgit Siverten, næstformaður
Fróði Klein
Olgar S. Nielsen 
Ingvar Hansen.

Tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum taka støðuna í álvara og hava luttikið á fleiri fundum, og halda at uppgáva teirra í flokkinum er fjølbroytt og spennandi, og ikki minst tær avbjóðingar sum standa fyri framman í samband við virksemið floksins, og eru sannførd um, at tað unga ættarliði kann gera stóran mun í politiska arbeiðinum, nú Sjálvstýrisflokkurin at kalla á øllum økjum mennir seg at taka av teimum avbjóðingum sum standa fyri framman.

Í stuttari viðmerking sigur Tróndur Ellingsgaard, nýggi formaðurin í Unga Sjálvstýri, at tey í nevndini halda hetta verða eina spennandi og mennandi avbjóðing at verða við til at hjálpa og menna Sjálvstýrisflokkin saman við leiðslu floksins.

Miðvíst og støðugt ferð nevndin at tekna nýggjar limir, og leggja arbeiði í Unga Sjálvstýrinum til rættis og fáa arbeiðsgongdina í fastar karmar.

Tey gleða seg øll til nýggjar tíðir í Sjálvstýrisflokkinum, nú flokkurin er í ferð við at menna virksemið sítt, bæði tá talan er um politiska hugsjónarstøði, nýggja heimasíðu, sosialar miðlar, val og valstríð.