Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ung og niðurpínd: Forfylgd av myndugleikunum

Vit hava havt samrøðu við ungu mammu, Marjuna Guttesen , sum bara ikki kann fáa loyvi til at vera mamma. Barnaverndin í Havn avgjørdi, at barnið skuldi til fosturs. Heilsufrøðingur sigur, at barnið hevði tað gott og treivst hjá mammuni, men avgerðin um, at taka barnið frá Marjun var tikin, hóast heilsusysturin var lodrætt í móti avgerðini. Sjálvt um dómur frá januar 2011 ávísir, at tað var ikki rætt at taka barnið frá mammuni, hevur hon ikki enn fingið barnið heim. 

Samrøða.
Dan Klein, journalistur:

Yvirav situr ein ung kvinna, sum hevur havt størri mótgang enn tey flestu. Hon hevur eisini dóm fyri, at hon hevur verið fyri órætti, og gjøgnumgongdin av hennara lívsleið seinastu árini vísir eisini, at hon rætt og slætt er forfylgd av Barnaverndini í Havn.

Frammanfyri hesi Marjun Guttesen, liggur eitt ringbind, fult av skjølum, avgerðum og dómum, sum hon stuðlar seg til, meðan hon fortelur hvussu hennara lív hevur lagað seg. Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum.

Longu blaðung í 2006 verður hon við barn, men fostri missir hon – ein sokallaður spontanur abortur. Hetta tekur hart, og setir síni djúpu spor, tí júst hetta kom at hava sera stóra ávirkan, tá hon longu tríggjar mánaðir seinni aftur verður við barn.

Unga mamman, fekk ongantíð nakra hjálp til at handfara skelkin av, at missa fostrið, sum førdi til sálarpínu, og tá hon so aftur kemur í somu støðu, blussar alt uppaftur. Fer hon nú aftur at missa næsta barnið. 

Hóast ein sera trublan graviditet átti Marjun Guttesen í fyrru helvt av 2007, ein vælskaptan drong. Tvær vikur eftir at familjan var komin heim av føðideildini, blivu tey innkallaði til samrøðu av Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum. Hettar kom óvart á familjuna, men til samrøðuna fingu tey at vita, at Barnaverndartænastan hevði móttikið eitt skriv frá føðideildini í Havn. Hetta førdi til, at tey fingu heilsufrøðing inn yvir, og alt vísti seg at vera í lagi, og unga mamman byrjar uppá heilivág fyri sálarmøði.

Pápin til dreingin er úr Klaksvík, og tey fluttu inn til foreldur hansara við barninum. Hetta vísti seg tó ikki at vera optimalt fyri barnafamiljuna, og tey avgjørdu at leiga eina íbúð, men hendan støðan helt heldur ikki, tí loysnin var kostnaðarmikil, og tey fluttu tí innaftur til foreldrini.

Men hetta loysti ikki trupulleikarnar. Unga familjan fekk tilboð um at koma á familjudeildina á Barnaheiminum. Her fluttu tey inn í februar 2009, og ætlandi skuldu tey vera har í eitt hálvt ár, men har fingu tey ikki tað burturúr, sum var ætlað, tí nógv fokus var um, at familjudeildin skuldi niðurleggjast. Familjan flutti út, ein mánaða áðrenn tíðin var farin, í eina íbúð í Havnini.

Familjudeildin viðmælir tó, at tey ungu foreldrini eiga at fáa eina familju, at avlasta tey við soninum. Ágangurin frá sosialu myndugleikunum er so áhaldandi og áleypandi fyri tey ungu foreldrini, at tey gjørdu av at flyta frá hvørjum øðrum, og at pápin skuldi hava sonin við til Klaksvíkar, til hansara foreldur at búgva, meðan mamman, Marjun Guttesen, sum tá aftur er bæði frustrerað og illa fyri av áganginum frá sosialu myndugleikunum í Havn, stutt eftur velur at fara av landinum – til Danmarkar.

Hetta hendir undan jólum í 2009.

Tað er vert at býta merki í, at friður verður um drongin, sum fer til Klaksvíkar við pápanum. Sjálvt um tey eru farin frá hvørjum øðrum, eru tey samd um, at semjast um sonin, sum mamman hevði foreldramyndugleikan yvir.

Í Danmark ætlaði Marjun at fáa sær eina útbúgving. Men um somu tíð kemur hon saman við einum dana. Tey bæði eru ikki leingi saman, men Marjun Guttesen, verður tó við barn, men fær tilboð um at taka abort, sum hon tó noktar fyri.

Í Danmark fær hon annars góðan stuðul. Lækni hennara skipar fyri, at hon kemur í mammubólk, samtalu, og viðgerð verður fylgd upp av Næstved Sygehus, sum hevur tilboð til kvinnur, sum eru illa fyri.

Í mai mánaða 2010 flutti hon í eitt kamar at búgva. Fekk sokallaða kontanthjálp at liva av við avtalu um arbeiðsaktivering.

Marjun verður síðani innkallað av sosialráðgevara, sum mælir til at gjørt verður ein sokallað grein 50 kanning, sum m.a snýr seg um at kanna hennara foreldraførleika. Í staðin fyri at gera eina kanning í Danmark, hevur sosialráðgevin sett seg í samband við føroyskar myndugleikar. 

Sosialu myndugleikarnir í Føroyum, høvdu nú drigið eina gamla skuffu út, og har funnið gomlu sakina fram um abortin, sum var orsøkin tiol depritiónina tá hon fekk sonin. Hesir upplýsingar sendi sosialu myndugleikarnir í Føroyum til Danmarkar, sjálvt um unga mamman ongantíð hevði fingið hjálp, men bara var kannað uppá hvamsvís á Familjudeildini á Barnaheiminum, sum tó onga endaliga niðurstøðu hevði gjørt.

Avrátt varð við danska sosialráðgevan, at unga kvinnan skuldi fara heim aftur til Føroyar at føða barnið, tí tað var sera umráðandi, at hava sína egnu familju rundan um seg í hennara støðu.

Tað endaði við, at hon flutti heim í juli 2010, og meðan hon leitar eftir einari íbúð, býr hon heima hjá foreldrunum í Havn, men eftir hetta fær hon stórar trupulleikar.

Lesið aðrastaðir um foreldraførleikakanning, sum ikki varð liðug, áðrenn sosialráðgevi kemur á gátt, og hóttandi sigur, at um hon ikki kláraði “testina” um foreldraførleika, misti hon barnið.

Meira í blaðnum.

Greinin er lisin og góðtikin av Marjun Guttesen.