Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ung kjakast um politisk mál

Ung vilja hava ávirkan á avgerðirnar sum verða tiknar í Løgtinginum. Í tí sambandi verður politiskur fundur í Margarinfabrikkini í Havn, hóskvøldið 20. okt.

Við hesum tiltakinum hava tey ungu møguleika at hitta ung valevni úr øllum flokkunum til eitt kjak um evni, sum eru týdningarmikil fyri tey. Tað kunnu eitt nú vera útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og ungdómsarbeiðsloysi.

Tiltakið byrjar kl. 19 og endar kl. 20.30, tá ið Guðrun og Bartal spæla nøkur løg.