Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ung 14-16 ár kunnu nú melda seg til Ung í Arbeiði í summar

Sosiala Nevnd býráðsins samtykti 6. juni 2012 at endurtaka tiltakið Ung í Arbeiði í summar við broyttum aldursbólki, og HÚSIÐ, ið umsitur skipanina, boðar nú frá at ungfólk kunnu melda seg til.

Á fundi 6. juni 2012 samtykti Sosiala Nevnd eisini, at málbólkurin fyri Ung í Arbeiði í ár skal vera ung í aldrinum 14-16 ár, tvs. markið niðureftir er tey, sum fylla 14 ár í 2012, og uppeftir er tað tey, sum ikki fylla 17 ár í 2012.

HÚSIÐ heitir nú á áhugaði ung í Klaksvíkar Kommunu um at útfylla eitt skrásetingarskjal.

Jógvan Andrias Joensen, leiðari, upplýsir, at skrásetingarskjøl fáast í HÚSINUM og í Miðlan, og tey kunnu eisini skrivast út av heimasíðunum www.husid.fo og www.klaksvik.fo.

Útfylt arbeiðsskema skal latast inn í seinasta lagi 22. juni kl 24:00 til Húsið. Tað kann eisini sendast sum teldupostur innan somu freist til adressuna ja@husid.fo.

Triði møguleikin er at senda tað sum vanligan post til:

HÚSIÐ,

Klaksvíksvegur 57,

700 Klaksvík.