Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undirskrivað 4 ára sáttmála við Heilsuhjálparafelag Føroya

Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið hava í dag gjørt semju fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2011 til 1. oktober 2015. Talan er um ein 4-ára sáttmála og karmurin er tann sami sum hjá Starvsmannafelagnum.

Smávegis broytingarnar eru gjørdar í sáttmálatekstinum, men broytingin sum landsstýrismaðurin fegnast mest um, er, at eftirlønargjaldið nú kemur upp í 15% og at viðbótin fyri at arbeiða um kvøldið og um náttina er voksin munandi.

Arbeiðsgevarasíðan fegnast um, at nú fleiri sáttmálar við longri áramáli eru gjørdir, er størri sannlíkindi fyri, at friður verður á arbeiðsmarknaðinum komandi árini.

Semjan er at finna á heimasíðuni www.lnd.fo