Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undirsjóvartunlarnir avlop

Vágatunnilin verður latin landinum í desember 2016. 

Vágatunnilin
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2014 gjørdist eitt avlop á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt, sum er 2,3 mió.kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 6,8 mió. kr. Umsetningurin var 18,9 mió. kr. í 2014 og 21,1 mió. kr. í 2013. Í Vágatunlinum koyrdu 666.457 akfør gjøgnum tunnilin, 46.385 fleiri enn í 2013, ein vøkstur á 7,5%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.824 akfør í miðal um samdøgrið.

Gongdin í Vágatunlinum, og tey úrslit sum hava verið undanfarin ár, hava verið so mikið góð, at nevndin á aðalfundinum kunnaði landsstýrismannin Jørgen Niclasen, at tunnilin verður latin landinum eitt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Tað merkir at tunnilin verður latin í desember 2016.

Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 1,2 mió. kr., sum er 1,5 mió. kr. lakari enn 2013, tá avlopið var 2,7 mió. kr. Umsetningurin var 23,4 mió. kr. í 2014 og 25,8 mió. kr. í 2013. Í Norðoyatunlinum koyrdu 843.645 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,6% í mun til 2013, tá 791.604 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2014 verið í miðal 2.310 akfør/samdøgur í mun til 2.169 akfør/samdøgur í 2013.

Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2014, var kr. 55,30 (kr. 27,65 hvønn vegin) í Norðoyatunlinum og kr. 56,76 (kr. 28,38 hvønn vegin) í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar. 

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.