Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Hugnaløtan verður mánakvøldið 2. mars kl. 18.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum til eina hugnaløtu.
Hugnaløtan verður mánakvøldið 2. mars kl. 18.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Á skránni er drekkamunnur, prát og hugnalig samvera.
Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 28. februar kl. 15.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo