Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu. Hugnaløtan verður 29. februar kl. 19.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður 29. februar kl. 19.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Á skránni verður “Tvær søgur, ein sjúka” systrarnar Dagmar og Beinta Chlotier siga frá, ávíkavist tað at vera sjúk og avvarðandi eisini verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera.

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 26. februar kl.15.00 á  317959 ella á teldupost:  kmf@krabbamein.fo