Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UNDIR POLITISKA GRÁTIMÚRINUM

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Meðan formaður Tjóðveldis er í identitetskreppu, og politiskar grátikonur kæra sína neyð um prístalsviðgerðina av Ríkisveitingini, brýtur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum eitt skrivligt lyfti og mótarbeiðir harvið almenna føroyska búskaparpolitikkinum.

Nógv stendur á politisku grátikonunum í hesum døgum.

Tær standa í hópatal heilt inni undir politiska grátimúrinum og tútbrøla um ta ræðuligu brotsgerð, ið nýggja samgongan ætlar sær at fremja fyri at útvega føroyska samfelagnum hart tiltrongdar inntøkur.

Prístalsviðgerðin av Ríkisveitingini er størsta einstaka vanlukka í Føroyum í nýggjari tíð. Halda tey, ið síggja fullveldi sum bjargingina fyri land og fólk.

Onki við at síggja Ríkisveitingina sum tað, hon er. Nevniliga ein fíggjarlig transaktión. Ein búskaparlig umfordeiling í einum ríki, ið vit eru partur av. Eins og gjørt verður í øðrum nýmótans samfeløgum. Ein góð og trygg inntøka, ið Føroyar hava náttúrligan rætt til og í hesum døgum eisini harðliga brúk fyri.

Og slett onki við at royna at viðganga, at Ríkisveitingin er við til at fíggja vælferð í Føroyum.

Nei for hundin.

Nevn ikki, at vælferðarsamfelagið fyri stóran part verður fíggjað við Ríkisveitingini, ella at landskassin hevur stór hall at dragast við, og fólkatalið minkar.** Hetta snýr seg ikki um sunna fornuft.

Tvørturímóti.

Vit hava við misskiltar nationalistar at gera, og teirra fatan av veruleikanum er og verður einoygd.

Tey standa heilt inni undir grátimúrinum og sannføra seg sjálvi um, at “blokkurin” og alt, ið hevur við Ríkisfelagsskapin og Danmark at gera, er av tí ónda.

Hoydal í samleikakreppu

Felags fyri argumentatiónina í misskilta grátikórinum er, at man manipulerar við kenslum hjá fólki.

Ongantíð gráta tey um sparingar og skerjingar, sum eru væntandi, um ikki Ríkisveitingin ikki verður prístalsviðgjørd eftir tí leisti, ið er lagdur.

Nei, pilka heldur við kenslurnar. Tað virkar.

Tak formannin í Tjóðveldi. Hann sat hetta kvøldið og legði sítt politiska kenslulív á journalistiska borðið í Degi og viku.

Hann var farin í tann rætta gekkaskortin. Skammaðist og græt innan fyri skortin. Politisku rossatárini runnu heilt niður í manuskriptið hjá journalistinum.

Hann segði seg stúra fyri, at ein “tiðnaður blokkur” fer at ganga út yvir identitetin hjá føroyingum.

Hugsa tær!

Høgni Hoydal fer at ivast í, hvørt hann er føroyingur ella dani, um Ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd. ** Sig so, at Ríkisveitingin onga ávirkan hevur.

Danskur pensjónistur skammast

Í trunkanum undir grátimúrinum stendur eisini ein fyrrverandi løgmaður hjá Fólkaflokkinum.

Í einum lesarabrævi letur hann okkum her heima í Føroyum vita, hvussu hann niðri í Danmark í sínum otium situr og skammast av ætlanini um, at Ríkisveitingin skal prístalsviðgerast.

Løgið allíkavæl, at júst skomm skal raka fólkaflokshetjur, ið hava latið seg pensjónerað ... í Danmark!

Illgitandi Ingolf

 Ingolf S. Olsen er ein av mongum journalistum í Kringvarpinum, ið eru komnir út úr skápinum sum tjóðveldispolitikarar.

Eisini hann grætur síni mødigu tár.

Fullveldisjournalisturin heldur tað verður lætt at sannføra stjórnina í Keypmannahavn um at prístalsviðgera Ríkisveitingina, tí so “fær Danmark tilsvarandi meira vald” her í Føroyum.

Fullveldisjournalisturin fer púra skeivur.

Tann, sum ímyndar sær, at tað verður lætt at fáa semju við stjórnina um eina veruliga prístalsviðgerð, má trúgva umaftur.

Tungt politiskt tak

Hóast nýggja samgongan vil fáa prístalsviðgerðina av Ríkisveitingini upp á pláss, eftir einum ávísum leisti, verður tað eitt tungt politiskt tak.

Stóri skaðin, ið hitt ábyrgdarleysa fullvelislandsstýrið framdi í 2002, við at kuta í Ríkisveitingini og síðani at steðga prístalsviðgerðini, er stórur.

Tann næstan óbótaligi skaðin er, at tá man fráskrivar sær rættindi, eru tey trupul at vinna inn aftur.

Grundgevingarnar fyri at prístalsviðgera Ríkisveitingina eftir leistinum hjá landsstýrinum eru góðar. Men landsstýrið stendur yvir fyri at skula argumentera fyri, at eitt undanfarið landsstýri førdi óforsvarligan búskaparpolitikk.

Øll duga at síggja, at uppgávan er stór – serliga um Ríkisveitingin skal fáast prístalsviðgjørd frá nýggjárinum at rokna.

Sjúrður mótarbeiðir Føroyum** Ein hin størsti meinbogin fyri, at landsstýrið og almenni búskaparpolitikkur Føroya kann fáa góða móttøku hjá donsku stjórnini, er fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, ið – sambært fólkatingsmanninum sjálvum – er avgerandi parlamentariska grundarlagið undir stjórnini.

Hóast Sjúrður Skaale tann 28. september 2011 skrivliga í einari “principerklæring” bant seg til at stuðla almenna politikk Føroya, hevur hann nú brotið sítt lyftið.

Hann hevur annars verið úti og sagt seg hava tryggjað Føroyum “maksimala ávirkan” á stjórnina við atgongd til allar ráðharrar.

Hesa ávirkan vil Sjúrður Skaale nú brádliga ikki gera galdandi. Heldur vil hann ganga ímóti almenna politikki Føroya.

Tað er eitt greitt lyftisbrot.

Fólkatingsmaðurin hjá “samríkjaflokkinum”, ið Javnaðarflokkurin sigur seg vera, rekur í grundini sama politikk, sum tá hann var tjóðveldismaður og heitur forsprákari fyri fullveldi.

Slíkt eru menn.

Prístalsviðgerð er vanlig

Mær nýtist ikki at greiða frá, at Føroyar sum partur av Ríkisfelagsskapinum hava fullan rætt til Ríkisveitingina.

Tað áhugaverda er, at prístalsviðgerð er púra vanlig fyri alla umfordeilding av pengum í Ríkinum. Hon er líka vanlig, sum at lønir hækka við jøvnum millumbilum fyri ikki at missa keypiorkuna.

Tí er burturvið, at prístalsviðgerð ikki skal vera galdandi fyri Ríkisveitingina her hjá okkum.

Vælferð í vanda

Tað stendur klettafast, at 2012 verður eitt hart fíggjarligt ár fyri føroyingar - eisini hóast landsstýrið ætlar at avmarka lønarskattin.

Umfatandi sparingar skulu setast í verk fyri at fáa bukt við hallið og skuldina hjá tí almenna.

Um so er, at tær nógvu milliónirnar, ið landsstýrið miðar eftir, koma inn í renslið hjá landskassanum, tí prístalsviðgerðin kemur inn aftur, so er gjørligt at avmarka skaðan av stórum sparingum.

Men um hesar inntøkur ikki koma inn, sær svart út.

Tá er fryktandi fyri, at vælferðartænastur verða nógv skerdar. Eisini almenn arbeiðspláss fara at standa í vanda.

Sjúrður hevur ábyrgdina

Tað kostar pengar – nógvar pengar – at reka eitt vælferðarsamfelag, har øll kunnu kenna seg trygg. Tí er brúk fyri hvørjum oyra í inntøku.

Í løtuni stendur javnaðarmaðurin (?) Sjúrður Skaale sum tann størsta forðingin fyri, at nóg mikið av inntøkum er til fígging av vælferðartænastum komandi árini.

Fólkatingsmaðurin hevur tí stóran part av ábyrgdini, um landsstýrið ikki kemur ígjøgnum við ynski sínum um at prístalsviðgera Ríkisveitingina eftir leistinum, ið lagdur er.

Sjúrður Skaale eigur at minnast til, at vælferðin spyr ikki eftir, um inntøkan kemur upp av føroyskum fiskigrunnum, ella frá umfordeiling av inntøkum í Ríkinum.

Hvørki politiskar grátikonur ella misskilt nationalisma betala rokningarnar fyri vælferðina í Føroyum.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin