
Undarligt, at stjórin fær 14 mánaðir í fráfaringarløn
Sirið Stenberg, Tjóðveldi, hevur sett skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um fráfaringarlønir, við atliti til, at Ernst Jacobsen, stjórin í Als er farin frá við 14 mánaðum í fráfaringarløn.
1 Kann landsstýrismaðurin váttað, at stjórin í ALS eftir at hava sagt seg úr starvi fær fráfaringarløn í 14 mánaðir ?
2 Hvørjar mannagongdir eru galdandi í samband við fráfaringarlønir, tá ið almennir stjórar siga seg úr starvi ?
3 Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at almennir stjórar, sum sjálvir siga seg úr starvi fáa fráfaringarløn í 14 mánaðir?
4 Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta mannagongdirnar um fráfaringaravtalur framyvir ?
Viðmerkingar
Sambært fjølmiðlunum so er komið fram, at stjórin í ALS hevur sagt seg úr starvi, og at hann í hesum sambandi fær fráfaringarløn í 14 mánaðir. Hetta tykist eitt sindur undarligt, tá ið stjórin sjálvur hevur valt at fara úr starvinum. Tískil ynskir spyrjarin at landsstýrismaðurin greinar hvussu fráfaringaviðurskifti eru hjá alment settum stjórum, og hvørjar mannagongdir eru hesum viðvíkjandi. Somuleiðis ynskir spyrjarin at vita hvørja hugsan landsstýrismaðurin hevur um málið, og um landsstýrismaðurin fer at taka stig til at fremja broytingar á hesum øki framyvir.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi








