Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umvælingin tvífaldað í mun til metingina

Arbeiðið at umvæla Dagstovnin í Hoyvík er farin heilt av sporinum.

Barnagarðurin, sum liggur við Vegin Langa, beint undir Hoyvíkar kirkju, er fongdur við blámusoppi, og í fjør varð avgjørt at fara undir neyðugu umvælingarnar.

Húsaumsitingin hjá kommununi metti upprunaliga umvælingina til at kosta 6,4 milliónir krónur. Men á fundi í mentamálanevndini í hesi vikuni fingu vit staðfest, at umvælingin fer at kosta 14,3 milliónir krónur – ein meirkostnaður upp á knappliga 8 milliónir krónur.

Endaliga kostnaðarmetingin – um hon heldur – er sum víst niðanfyri:

Handverkaraútr.         11,4 mió.

Ráðgeving                    1,6 mió.

Prístalsviðgerð             0,2 mió.

 Projektumsiting         0,3 mió.

Mvg 6,25%                   0,8 mió.

Kostnaður íalt          14,3 mió.

Áður játtað              10,3 mió.

Írestandi fígging 4,0 mió.

Tað er ómetaliga harmiligt, men eisini óskiljandi, at meirkostnaðurin skal gerast so stórur, serliga tí eingin trygd er fyri, at hetta verður endaligi kostnaðurin, men latið okkum vóna tað.

Arbeiðið er ikki bjóðað alment út, men tvey undirhondsboð eru givin. Hetta er ikki nøktandi mannagongd. Øll kommunal arbeiðir eiga at verða boðin alment út – tað hevur skattgjaldarin krav uppá.

Hevði man vita av hesum, hevði tað verið skilabetri at rivið gamla bygningin niður, og bygt ein nýggjan stovn fyri somu upphædd.

Soleiðis eigur pengakassin hjá skattgjaldarunum ikki at verða umsitin.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin