Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umvæling av miðnámsskúla fer nú í gongd

UMVÆLING: Farið verður nú undir at umvæla Miðnámsskúlan í Suðuroy, har tað líka síðani skúlin varð tikin í nýtslu í 2009, hava verið trupulleikar við lekum og gjóstri í útveggjunum. MT Højaard, sum bygdi skúlan, skal bæði gera og rinda fyri umvælingina.

Fyrireikingar verða nú gjørdar til at fara undir umvæling av Miðnámsskúlanum í Hovi, har tað vóru staðfestir stórir trupulleikar við gjóstri og lekum, eftir at skúlin varð tikin í nýtslu fyri skjótt fimm árum síðani.

Landsverk og MT Højgaard, sum stóð fyri byggingini av skúlanum, gjørdu í september í fjør avtalu um, at danska byggifyritøkan sjálv stendur fyri umvælingini og rindar kostnaðin av henni.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at umvæla brekini í útveggjunum bæði innan og uttan, eins og at gera tað fylgiarbeiði, ið stendst av hesum.

Fólk frá arbeiðstakaranum koma á skúlan hesa vikuna og fara undir at fyrireika byggiplássið. Hóast MT Højgaard stendur fyri arbeiðinum, fara føroyskir arbeiðstakarar at gera partar av umvælingini.

- Tað hevur tikið tíð at fáa loyst hetta trupla málið, men vit hava tíbetur fingið eina góða avtalu við arbeiðstakaran, sum merkir, at hesin ber allan kostnaðin av umvælingini. Tí haldi eg, vit kunnu vera væl nøgd við loysnina, sum nú fyriliggur, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt, so alt skúlavirksemið kann flyta inn aftur við skúlaársbyrjan 2014. ** Fyri at lætta um arbeiðsgongdina í sambandi við umvælingina, er avgerð tikin um at flyta Heilsuskúlan í leigaði høli í Vági, meðan umvælingararbeiðið fer fram.

Av tí at arbeiðið verður gjørt í stigum slepst undan at flyta HF-skeiðið í onnur høli, meðan umvælingin fer fram. Lagt verður soleiðis til rættis, at ábøtur verða gjørdar í nøkrum stovum fyrst.