Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umsóknarfreistin um stuðul úr Fiskivinnuroyndum 18. november

Umsóknir um stuðul úr Fiskivinnuroyndum fyri 2014 skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. november. Fiskivinnuroyndir stuðlar praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið økja um framleidni ella menna føroyska fiskivinnu á sjónum og á landi.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: Royndarveiða og virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur og búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.

Tá umsóknirnar verða viðgjørdar verður serligur dentur lagdur á, at:

• Vinnan tekur lut í verkætlanini.

• Eginfígging ella onnur fígging er.

• Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands.

• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini.

Umsóknarblað og onnur kunning um stuðulsskipanina er at finna á www.fvg.fo. Um fyritøkur hava spurningar í s.v. umsóknirnar, ber til at venda sær til samskiparan hjá Fiskivinnuroyndum, Jákup Mørkøre, sum starvast hjá Fiskimálaráðnum.