Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umsitingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar i føroyskum sjógvi

Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum,fekk í dag handað eitt uppskot frá einum arbeiðsbólki til eina umsitingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar í føroyskum sjógvi.

Málið við umsitingarætlanini er, at øll veiða eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað samsvarandi lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggum krøvum, og at vinnan skal hava støðugar karmar at arbeiða innan fyri.

Uppskotið er í tveimum: Ein tillaðingarskipan, ið lagaliga skal fáa fiskiskapin burðardyggan í seinasta lagi í 2015 og ein langtíðarveiðiregla, ið miðar ímóti at halda fiskiskapin í einari lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggari legu.

Í uppskotinum er ein veiðiregla, sum sigur, at tiltøk skulu setast í verk um so er, at stovnarnir nærkast einum niðara vandamarki, sum ICES hevur ásett. Eiisini lagt upp til, at fiskidagar og aðrar reguleringar ikki skulu broytast ov nógv frá einum ári til tað næsta og á tann hátt tryggja vinnuni stabilar karmar.

Uppskotið frá arbeiðsbólkinum er ikki eitt endaligt uppskot, men tilfarið er ætlað sum grundarlag undir víðari orðaskifti og viðgerð. Arbeiðsbólkurin vísir í hesum sambandi á, at fyri at ætlanin skal virka eftir ætlan, er tað sera umráðandi, at vinnan er við í víðari viðgerðini, og at ætlanin er grundfest í politisku skipanini * tvørtur um samgongur og valskeið.

Í arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin setti í august í ár, hava verið:

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni

Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini

Hans Jákup Joensen, reiðari

Jákup Reinert, deildarleiðari á Havstovuni

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni

Jens Helgi Toftum, fulltrúi í Fiskimálaráðnum

Lesið meira við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.hav.fo/PDF/Umsitingaraetlan_botnfisk_Foroyum2011.pdf