Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ALL IN – “Tú”

- enn eitt tekin um nýbrot og evnir, sum eru í heimsflokki!

Eg havi ofta sett mær sjálvum spurningin, um tað kann setast mark fyri, hvat føroyskir tónleikarar megna og kunnu leggja úr hondum?

Tað eru tað ivaleyst fleiri, sum eisini gera, men eg loyvi mær at fara longri og spyrja: “Hava vit í føroyska samfelagnum sæð stóru møguleikarnar í eini føroyskari tónleikavinnu?”

Seinastu tíðina havi eg hoyrt og sæð so nógv á tónleikaliga økinum, sum átti at fingið okkum og alla okkara “sokallaðu” mentanarligu skipan at ressast við.

Tað verður neyvan!

Tá tað er sagt, so má eg siga, at kendi eina fantastiska kenslu, tá eg hoyrdi bólkin ALL IN framføra lagið “Tú” í Kringvarpinum um dagarnar.

Lagið eigur Terji Rasmussen og havi eg altíð havt ein tokka til lagið, sum onkursvegna er so sjálvsjáttandi og yndisligt.

ALL IN hava gjørt sína egnu uppseting, sum teir eru komnir HEILT FANTASTISKA væl frá.

Tað er ikki so ofta, eg føli eitt sindur av fáltri og undran, men tá lagið varð spælt, fekk eg júst eina slíka kenslu.

Uppsetingin er so væl arrangerað og spæld, at tú aftur setur tær spurningin, um slíkt kann gerast stórt betri?

Vit vóru við Norrønu á seinasta jólatúrinum og har var borðreitt við nøkrum av tí besta, vit eiga á føroyska tónleikapallinum.

Ein sonn frøi at seta okkum at hoyra Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen, Signar í Homrum og onnur, sum vit veruliga skulu vera stolt av.

Lagið “Tú” var eisini millum løgini.

Eg vil siga, at eg legði merki til unga mannin Ólavur á Váli Olsen, sum er eitt satt multitalent.

Væl veit eg, at hann, við stórum hegni, kann handfara flest øll ljóðføri, men so hevur hann eisini eina “Guðs givna rødd,” sum fær míni nakkahár at reisast.

Tá hann fekk mikrofonina umborð, føldi eg eina so inniliga og vaksandi rødd, sum eg sjáldan havi upplivað áður.

Hann er partur av ALL IN og eg eri spentur til útgávuna og fegnist!

Fríðálvur Jensen

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cu78k1wB7To]
Upprunin til “Tú”:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=n2W0YAwjbrA]
Fyrr frá ALL IN: