Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisvikan: Her eru vinnararnir í teknikappingini

Bogi Andreasen, býráðslimur og limur í umhvørvisnevndini, handaði vinningarnar á býarbókasavninum hósdagin 3. mai kl. 17.30.

Greitt varð frá, at ætlanin við teknikappingini er at gera børn tilvitað um umhvørvið.

Tekningarnar sum vunnu vórðu vístar fram, tá børnini fingu diplom handað. Elin Lindenskov, býráðslimur og forkvinna í umhvørvisnevndini, sum hevur verið partur av dómarabólkinum, greiddi frá myndunum, og hví júst hesar myndirnar vunnu.

171 børn luttóku í teknikappingini íalt, harav:

•  62 børn undir skúlaaldur

•  95 børn úr 1. – 3. flokki

•  14 børn úr 4. flokki og eldri

Teir tríggir vinnararnir vóru:

•  Børn undir skúlaaldur: Jákup Davidsen, Haraldstrøð 2, 6 ár.

•  Børn 1. – 3. flokkur: Sára Zakariassen, Maritugøta 47, 1. flokkur.

•  Børn 4. flokkur og eldri: Zacharias Møller, Jónas Broncksgøta 3, 12 ár, 5. flokkur.

Vinningarnir vóru súkklur við hjálmum, keyptar frá Uno.