Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisstuðulin 2016 og grønu gávurnar

Borgarstjórin beyð vælkomin á Reinsarínum mikukvøldið, har umhvørvisstuðulin fyri 2016, umframt grønu gávurnar skuldu latast. Hetta hendir í sambandi við Umhvørvisvikuna 2016, har fleiri tiltøk eru í gongd í senn til og við í morgin.

Átakið byrjaði við at Marius Múller, deildarleiðari á Teknisku Deild Tórshavnar býráðs, greiddi frá hvussu kommunan leggur um til grøna orku. Aftaná hugleiddi Bogi Hansen, havfrøðingur, um veðurlagsbroytingarnar eru fupp ella fakta. Og síðan hevði danski tíðindamaðurin Thomas Vinge framløgu um, hvussu einstaklingar kunnu liva meira skynsamt umhvørvisliga.

Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku- og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti.

Í ár fekk kommunan 16 umsóknir, harav 4 hava fingið tillutað stuðul. Tillutanin av stuðlinum er veitt við hesi grundgeving:

1.     Lindbergs hús/Green Student-House.
Ætlanin er at laga um Lindbergs hús, soleiðis at tey kunnu gerast karmur um bæði teoretiska og praktiska granskan innan burðardygni og verkætlanir við tí endamáli at leiðbeina almenningin um umhvørvisspurningar. Lau Øfjord Blaxekjær stendur fyri ætlanini.

Við sínum virksemi kemur hendan verkætlanin at virka fyri størri kunning og vitan innan umhvørvisøkið í Føroyum. Hetta við at virka sum upplýsandi vitanarbanki fyri almenninginum. Hendan verkætlanin hevur fingið játtaðar 32.000 kr.

2.     Ruskkanning, innsavning og upplýsing um plastdálking í strandaumhvørvinum í miðstaðarøkinum.
Hendan verkætlanin hevur fingið játtað stuðul, tí at hon hevur til endamáls at upplýsa føroyingar um umhvørvisdálking við serligum atliti til plast og annað burturkast. Hetta verður framt við at brúka alnótina, ætlanin er at brúka sjónbandaupptøkur og myndir til at lýsa hetta. John Johannesen og Ingmar á Løgmansbø standa fyri ætlanini.

Upplýst verður, at ætlanin er at kveikja broytingar í atburðarmynstrum hjá borgarum og stimbra burðardygg átøk og nýbrot innan føroyskt vinnulív, føroyska umsiting og lóggávu, soleiðis at Føroyar verða ein fyrimynd og ikki ein eftirbátur. Kanningar verða gjørdar við jøvnum millumbilum í miðstaðarøkinum í ávísum økjum, sum eru serliga útsett. Verkætlanin hevur fingið játtaðar 30.500kr.

3.     Vistfrøðilig kanning av mús í Nólsoy, við atliti til møgulig negativ árin á drunnhvítastovnin, ein pilotkanning.
Sjúrður Hammer stendur fyri ætlanini. Henda verkætlanin hevur fingið játtað stuðul, tí at hon hevur til endamál at kannað mýs í Nólsoy fyri at verja drunnhvítastovnin. Verkætlanin byggir á at kanna føðina hjá músini í oynni og at seta upptøkutól upp, til tess at fáa meiri vitan til vega um atferðina hjá mýsnum í oynni. Verkætlanin kemur almenninginum til góðar og er ætlað sum vernd av drunnhvítastovninum í Nólsoy. Verkætlanin hevur fingið játtaðar 87.500 kr.

4.     Býarfesti í miðbýnum.
Hendan verkætlanin hevur fingið tillutað stuðul, tí hon hevur sum endamál at skapa eitt alment vakstrarumhvørvi í miðbýnum. Ætlanin er, at 30 familjur ella einstaklingar fáa møguleikan at royna seg sum býarbøndur og kunnu í felagsskapi velta grønmeti, frukt og blómur í sínum egna lítla býarfesti. Hugni og samvera skal vera í hásæti. Birgith Lassen stendur fyri ætlanini.

Hendan verkætlanin fer at venda sær til almenningin og skapa lív í býnum, eins væl og økja vitan og áhuga hjá luttakandi í verkætlanini og øðrum borgarum.

Verkætlanin hevur fingið tillutað 100.000 kr.

Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni ella stovni, sum á einhvønn hátt hevur gjørt nakað munagott, umhvørvinum at frama.

Í ár verður Grøna virðislønin latin fyritøkuni Defined Energy.

Hetta er eitt herðaklapp, tí fyritøkan Defined Energy hevur uppfunnið og ment eina orkusparandi skipan, sum kann endurnýta hitan í spillvatni til upphiting. Tað er Heri Schwartz Jacobsen, sum er uppfinnari og høvuðsmennari.

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær hesa skipan til svimjihøllina í Gundadali, har hitin frá brúsuvatninum verður nýttur til at hita kalda vatnið. Hetta er eitt sera gott hugskot, tí við hesi orkusparandi loysn verður minni av olju brúkt til upphiting - og harvið minkar CO2-útlátið hjá svimjihøllini munandi.

Grønar orkuloysnir sum henda hava alstóran týdning fyri okkara umhvørvi.

Grøna gávan frá Etika:
Grøna gávan frá Etika er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í 2016 er henda upphæddin kr 45.165.

Grøna gávan frá Etika 2016 verður latin Ævintýraheiminum v/Biritu Arge.

Ævintýraheimurin er ein endurnýtsluverkætlan. Við í verkætlanini eru 7 dagstovnar, Skúlin við Løgmannabreyt og Fountainhúsið, sum í samstarvi hava gjørt ein ævintýraheim í Viðalundini. Henda ævintýraheim hava børnini á dagstovnunum gjørt úr endurnýtslutilfari, tvs. úr burturkasti.

Hetta er eitt umhvørvisvinarligt átak, sum økir um tilvitanina hjá okkum øllum mótvegis buturkasti og endurnýtslu. Børnini læra at tað er týdningarmikið, at vit ikki oyðsla, og læra at síggja møguleikarnar í, hvussu burturkast kann endurnýtast. Soleiðis læra tey samstundis, hvussu vit eiga at fara um okkara náttúru og umhvørvi.

Ævintýraheimurin verður framsýndur í umhvørvisvikuni 9. – 13. mai, har børn og vaksin kunnu vitja í Viðarlundini.