Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisstovan gjørt samstarvsavtalu við heimsins størsta sjókort kantór

Mikudagin 17. november 2021 skrivaðu United Kingdom Hydrographic Office og Umhvørvisstovan undir avtalu, sum slóðar fyri samstarvi millum heimsins størsta og helst heimsins minsta sjókort kantór. Á UK - Hydrographic Office starvast umleið 900 fólk, meðan 4 fólk starvast á sjókort skrivstovuni á Umhvørvisstovuni. 

Í sambandi við undirskrivingina vitjaðu varastjórin Rear Admiral Rhett Hatcher og deildarstjórin Jackie Sydenham. Fyri Føroyar luttóku stjórin á Umhvørvisstovuni, landstýrismaðurin Magnus Rasmussen og umboð fyri stovnar, sum hava við føroyska sjókortøkið at gera. 

Avtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi. 

Avtalan tryggjar eisini at UK Hydrographic Office selur føroysk pappír sjókort og talgild sjókort til frítíðarsiglarar og onnur. Á henda hátt er tryggjað, at føroysku sjókortini vera tøk kring allan heimin. 

UK Hydrographic Office gevur út bókina Sailing Directions, ið eisini inniheldur viðkomandi upplýsingar um sigling í føroyskum sjóøki og føroyskum havnum. Avtalan ger, at Umhvørvisstovan tryggjar, at føroysku upplýsingarnar eru rættar og dagførdar og verða tøkar á enskum.