Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisráðharrar samdir um tilmæli til Arktiska ráðið

Í døgunum 5.-6. februar hevur toppfundur verið í Svøríki fyri umhvørvisráðharrar í arktiska økinum. Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, luttók vegna Føroyar.

Í gjár skrivaðu arktisku umhvørvisráðharrarnir undir niðurstøðurnar frá fundinum, sum alment verða handaðar Arktiska ráðnum í mai.

Í tilmælinum frá arktisku ráðharrunum verður víst á, at áhaldandi tørvur er á at minka um útlátið av veðurlagsgassum fyri at verja umhvørvið, lívfrøðiliga margfeldið og okkara vistskipanir. Til tess er neyðugt at seta fleiri átøk í verk, bæði nationalt og globalt. Semja var eisini um, at arbeiðast skal miðvíst fyri at fáa eina altjóða bindandi avtalu undir veðurlagssáttmálanum í 2015.

Annika framløgu um havsúrgan

Í sambandi við toppfundin helt Annika Olsen framløgu um, hvussu veðurlagsbroytingarnar hava og koma at ávirka umhvørvið kring Føroyar. Í framløguni nam Annika við spurningin um at kanna og kenna avleiðingarnar av, at CO2-úlátið økir súrleikan í sjónum.

Í tilmælinum til Arktiska ráðið vísa umhvørvisráðharrarnir eisini á, at einasti effektivi mátin at fyribyrgja, at heimshøvini gerast súr, er at minka um útlátið. Havsúrgan er ein stór hóttan móti lívfrøðiliga margfeldinum í sjónum og serliga í teimum køldu høvunum, tí havsúrgan avlagar kálkgerðina í verum í sjónum. Í viðmerking sigur Annika Olsen:

- Tað hevur týdning, at føroyingar eru umboðaðir á toppfundum sum hesum, tí vit hava eina ábyrgd at fáa varpað ljós á tær broytingar, sum fara fram í umhvørvinum rundan um okkum. Samstundis kunnu vit geva okkara íkast til tað stóra granskingararbeiði, sum verður gjørt undir Arktiska ráðnum, og harvið stuðla arbeiðinum við at verja okkara øki og norðurhøv í heila tikið.

Í Føroyum hava vit góð og roynd vísindafólk, sum granska og framleiða vitan, sum vit hava brúk fyri, tá politiskar avgerðir skulu takast. Bæði í Føroyum og tá ið vit skulu taka støðu til politiskar avgerðir, sum verða tiknar á altjóða pallinum.

Tilmæli og úrsliti frá toppfundinum, við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.imr.fo/I2net/Data/Register/290f7b1a-e812-493c-8383-d9466109ca1d/aad777e6-b97c-4a74-9811-4e85845cdbf4/58f9a255-2c6c-47df-a106-c8793fe82079.pdf