
Umhvørvisgóðkenning til at hava laks á Skálafirði
Bakkafrost hevur fingið tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning til at hava 15.000 laksar í tveimum aliringum á Skálafirði í upp til eitt ár.
Bakkafrost og Fiskaaling samstarva um eina verkætlan fyri at varðveita føroysku laksastammuna. Laksurin verður fluttur av ávikavist Gulanum og Borðoyarvík á eitt øki norðan fyri Glyvrar á Skálafirði, har laksurin skal ganga, til støða er tikin til, um hann kann brúkast sum lívfiskur til framleiðslu av smolti til føroysku alivinnuna.
Laksurin á Gulanum og Borðoyarvík er tað síðsta, sum er eftir av føroysku stammuni. Avgerð er tikin um at vita, um aftur skal farast undir kynsbótaarbeiði í Føroyum. Tá støða er tikin til hetta, verður laksurin annaðhvørt fluttur til eina alistøð uppi á landi ella verður hann tikin. Væntandi verður hetta greitt komandi ár.
Eingin aling hevur verið á Skálafirði í fleiri ár, serliga tí at fjørðurin er serliga viðkvæmur fyri dálking og tí ikki vælegnaður til aling av fiski. Men av tí, at talan er um lutfalsliga fáar fiskar, metir Umhvørvisstovan ikki, at vandi er fyri stórvegis dálking.
Umhvørvisgóðkenningin setir m.a. treytir um, at dálking av umhvørvinum skal avmarkast mest møguligt, og at Bakkafrost skal fylgja við dálkingarstøðuni á aliøkinum og nærhendis.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast her: http://us.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fUS%2fdalking_og_vernd%2fgodkenningar_og_loyvi%2fumhgodk%2fListi_J_Djorahald%2fAlistod_Bakkafrost_Skalafjordur_A35_261016.pdf
Almenna lýsingin er her: http://us.fo/Default.aspx?ID=13806&Action=1&NewsId=7904&M=NewsV2&PID=31404
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum: http://www.hmr.fo/
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Les meira um at kæra her: http://us.fo/Default.aspx?ID=14144
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 23. november 2016.