Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisdeildin nýggjan leiðara

Tann 1. desember 2012 fekk umhvørvisdeildin á Havstovuni nýggjan deildarleiðara. Karin Margretha Húsgarð Larsen tekur við eftir Boga Hansen.

Karin Margretha hevur starvast á Havstovuni síðani 1997. Hon hevur BS útbúgving í elektroverkfrøði frá Fróðskaparsetrinum, umframt M.Sc og PhD útbúgving í havfrøði frá Universitetinum í Bergen. Hennara arbeiðsøki á Havstovuni eru m.a. havfrøði og streymviðurskiftini á Landgrunninum og á opnu føroysku havleiðunum. Hesi arbeiði fer hon framvegis at røkja, afturat at vera leiðari á Umhvørvisdeildini.

Bogi Hansen hevur við kønari hond staðið á odda fyri Umhvørvisdeildini, síðani hon bleiv sett á stovn í 1991. Hann hevur nú ynskt at gevast sum deildarleiðari, men fer kortini at halda fram við gransking í havfrøði og veðurlagi.

Vit takka Boga fyri góða og stimbrandi leiðslu á deildini og ynskja Karin Margrethu góða eydnu, sigur Havstovan í tíðindabrævi.