Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsráðsvalið til TF 2014

Hóast framstig eru hend í opinleika og gjøgnumskygni í Tryggingarfelagnum seinastu tvey árini, eru framvegis forðingar í rættinum hjá tryggingartakarum og umboðsráðslimum á aðalfundum, sum formelt er einasta høvið, har hesi hava nakað at siga

Ger tína ávikan galdandi (2)

Í fyrra greinastubba mínum, hóast ikki valevni hesuferð til umboðsráðið í Tryggingarfelagnum, vísti eg á, at munandi framstig í opinleika og gjøgnumskygni eru hend, við tað at allir tryggingartakarar nú fáa atkvøðuseðil sendandi og at tað tí er munandi størri møguleiki fyri eini betri umboðan av eigaraskaranum og at umgangast ov nógvar lokalar og sekteriskar fraktiónir, men at fortreytin fyri hesum er, at tú nýtir tín valrætt.

Men eisini, at forðingar enn eru á aðalfundum fyri rættin hjá tryggingartakarum og umboðsráðslimum.

Luttøka á aðalfundi

Sum nú er, skal tryggingartakari, sum ætlar sær at møta á aðalfundi, boða skrivliga frá hesum 5 dagar áðrenn fundin.

Reglan um, at boðast skal høvuðsskrivstovuni frá 5 dagar undan aðalfundin, at limur ætlar at luttaka á aðalfundi, er við til at avmarka luttøkutalið í so stóran mun, at í veruleikanum er als ongin luttøka. Og at hendan fráboðan skal vera skrivlig, er kanska tann mest forðandi orsøkin.

Havi tí skotið upp til komandi aðalfund heilt at strika hesa áseting ella í minsta lagi at strika tíðarfreistina og at fráboðanin skal vera skrivlig.

Val av aðalfundarstjóra

Sum nú er, er tað ikki aðalfundurin, men harafturímóti nevndin, sum velur fundarstjóran.

Ein aðalfundur er altíð hægsti myndugleiki í einumhvørjum felagi. Tí er tað rangvørt, at nevndin, sum júst á hesum fundi skal standa eigarunum til svars fyri leiðsluni av felagnum síðan síðsta aðalfund, skal velja fundarstjóran, sum so ger av, hvat og hvussu aðalfundurin skal fara fram. Á hendan hátt kann nevndin gjøgnum fundarstjóran í veruleikanum stýra aðalfundinum og t.d. forða fyri, at mál verða umrødd, sum eigararnir ynskja, men nevndin ikki ynskir umrødd. Dømi um hetta er aðalfundurin 2011, tá ið fundarstjórin noktaði fyri, at leggja fram roknskapin fyri 2010, men bert við powerpoint vísti eitt tal fyri yvirskoti og eitt fyri eginogn. Hvørki stjórn, nevnd ella umboðsráð talaðu at. Hóast hetta kundi Dimmalætting seinni vísa á, at fundarstjórin skrivaði undir ársfrásøgn/roknskap upp á 9 síður við átekning um, at ársfrásøgnin var løgd fram og góðtikin á aðalfundinum.

Havi tí skotið upp til komandi aðalfund, at tað verður aðalfundurin, sum velur fundarstjóra.

Hvussu avlop ella tap skal nýtast

Sum nú er, skal avlop ella tap flytast til næsta ár

Við verandi orðaljóði liggur tað fast, at eitt møguligt yvirskot hvørki heilt ella partsvíst kann lutast út til eigararnar, men at tað í veruleikanum er nevnd og stjórn, sum ráða yvir, hvussu eitt møguligt yvirskot skal nýtast. Eitt nú hava vit sæð, at stjórnin (við møguligari góðkenning frá nevndini?) hevur lækkað tryggingargjøldini munandi. Alt gott um tað, men viðtøkurnar við verandi orðaljóði frátaka eigarunum tað mest centrala, sum er at avgera, hvørja forrentning, eginognin skal hava, grundað á aktuellu fíggjarstøðuna.

Áralanga monopolstøðan og praktiseringin av hesum viðtøkum hevur ført við sær, at meðaltryggingartakarin eigur eina eginogn upp á uml. kr. 100.000 í felagnum, sum hann hvørki fær lut í ella fær forrentað, men sum m.a. hevur verið brúkt til at keypa ein banka fyri. Spurningurin er, um hetta er tað, tryggingartakarin er áhugaður í?

Talan er jú um eitt sínámillumfelag, har allir tryggingartakararnir bera samábyrgd og hvørs endamál er at tryggja eigararnar so gott og bíliga sum gjørligt. Meðan hetta felag, sum tað sæst á stabbamyndini, tey fyrstu 50 árini hevur savnað saman ein eginkapital upp á 500 mió. kr. (í meðal 10 mió. kr. um árið), hevur tað tey næstu 22 árini savnað saman meiri enn 1,5 mia. kr. (í meðal 70 mió. kr. um árið). Hetta kann ikki vera rætt av einum sínámillum felagsskapi!

Havi tí skotið upp til komandi aðalfund at ásetingin um, at avlop ella hall skal flytast til næsta ár, verður strikað, og at tað tí verður upp til aðalfundin at avgera, hvussu avlop ella tap skal nýtast, sum tað eisini er ásett í aðalfundarskránni.

Johan Petersen, umboðsráðslimur, sum ikki stendur fyri vali