Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsráðsval : Ognarfelag Tryggingartakaranna – eigararnir størri ávirkan

Vantandi kapping:

TF Holding eiga at veita tryggingar, eftirlønir og lán til kundarnar til kappingarførar prísir. Hesar kappingarføru prísir kann marknaðurin tryggja umvegis effektiva kapping.

Truplleikin er kortini, at kappingin er ikki nóg effektiv og felagið hevur umleið 75% av marknaðinum fyri tryggingar og hevur somuleiðis ein dominerandi stóran part av bankamarknaðinum. Føroyar eru sum kunnugt ein avmarkaður marknaður, har tað ikki er gjørligt at uppnáa stórrakstrarfyrimunir og tí verður argumenterað við einum hægri kostnaðarstøði pr. framleidda tænastu o.a.. – hetta verður so aftur avspeglað í prísstøðinum til kundan.

Tey mest positivu vinnutíðindini gjøgnum seinastu árini um góð fíggjarlig úrslit og ovurstór avlop eru júst frá fíggjargeiranum, meðan nógvir aðrir partar av vinnuni hokna undir í útreiðslum og vanta inntøkur.

Ein pengamaskina

Tryggingarfelagið sýnist at verða ein pengamaskina, sum uppsamlar ovurstórt og ónormalt gjaldføri – eitt óvanliga stórt cashflow frá primera rakstrinum. Hetta gjaldføri er síðan plaserað í fíggjarproduktir, sum obligatiónir umframt aðrar váðatengdar íløgur. Talan er m.a. um plaseringar av sonevndum tolnum kapitali í føroyska vinnu – tolin kapitalur má her merkja kapitalur, sum neyvan gevur avkast og í ringasta føri er mistur uppá longri sikt – eitt slag av einari vinnuligari almannastovu.

Profitmaximeringin og marknaðarstøðan við duopol og harvið óvanliga upphópanin av kapitali er eitt greitt tekin um, at gjøld og rentur, sum kundin má gjalda, ikki eru lagað til veruliga kostnaðin at reka tryggingar- og bankavirksemi. Spurningurin er m.a., um tað er neyðugt at uppsamla eitt so ovurstórt gjaldføri og tiltakskapital umvegis eitt óvanligt cachfow frá rakstrinum / inntøkustreymum frá tryggingartakarunum – heldur eigur kostnaðarstøðið í felagnum at verða laga til soleiðis, at prísurin á tryggingum og lánum lækkar.

Opinleiki

Hugtakið opinleiki í organisatiónini er í løtuni ikki ein partur av kjarnuvirðunum hjá tryggingarfelagnum. Opinleiki og erligheit í einum vinnuriknum felag, sum so nógvir eigarar eiga, átti at verði ein sjálvfylgja nú vit skriva 2012. Við nýliga framdu broytingum í bygnaðinum er nakað, sum bendir á, at felagið ætlar at virka fyri enn minni opinleika og gjøgnumskygni og enn tyngri mannagongdum – við tí endamáli at fremja so fáar broytingar sum gjørligt.

Endamálið við Ognarfelag Tryggingartakaranna

Endamál felagsins (Ognarfelag Tryggingartakaranna) er m.a. gjøgnum TF Holding at eiga partapening í Tryggingarfelagnum Føroyum og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Herundir eigur felagið gjøgnum TFHolding partapening í Betri pensjón, Eik Banka Føroya, TF Íløgur, TF Ognir o.ø.

Tað snýr eg um góða strategiska leiðslu og stýring av samtakinum. Felagið eigur at orða mál og kjarnuvirðir, sum felagið skal stýrast eftir, og leggja nøkur yvirskipað prinsipppir og strukturar, sum regulera samanspælið millum leiðsluorganini í felagnum, eigarar og onnur, sum beinleiðis verða ávirkað av felagsins dispositiónum og virksemi (áhugabólkar). Áhugabólkar fevna um m.a. starvsfólk, kreditorar, veitarar, kundar og lokalsamfeløgini.

Umboðsráðsval og ávirkan

Eg havi valt at stilla upp til valið í Umboðsráðnum – Ognarfelag Tryggingartakaranna. Eg vil umboðandi kundarnir /eigararnir av tryggingarfelagnum virka fyri, at tryggingartakarin rindar ein prís fyri tænastur, tryggingar, lán o.a. á einum kappingarførum grundarlag og í einari javnvág, sum tænir kundanum fíggjarliga. Við tí avmarkaðu kapping, sum í veruleikanum er á fíggjamarknaðinum, er neyðugt við einum Kappingareftirliti, sum eisini kann verða við til at tryggja lægri gjøld o.a.

Fyri at skilja eina samansetta og tórgreidda skipan innanífrá og soleiðis fáa ávirkan á broytingar í samtakinum, sum eru til gagns fyri kundan, er neyðugt við limum í Umboðsráðið, sum hava fakligan førleika og leiðsluevnir til at ávirka - ella hendir onki. Harafturat er neyðugt við fólkum, sum hava royndir frá vinnuligum virksemi o.a. Hetta er ikki eitt val, sum minnir um at vela politikarar – men heldur at velja fólk og profilar í eitt álitisstarv, sum krevur fakligan førleika og innlit og evnir at fremja neyðugar broytingar saman við leiðsluni.

Freistin fyri at velja eitt væl kvalifiserað umboð í Umboðsráðið er fríggjadagin 17. februar 2012. Tú kanst heinta atkvøðuseðlar við at samskifta við meg privat: rnv@olivant.fo ella fartlf. 219911 og eg syrgi fyri, at tú fær atkvøðuseðil. Ella, at tú umvegis heimasíðuna: www.trygging.fo fær atkvøðuseðil sendandi.

Tórshavn tann 13. februar 2012

Reidar Nónfjall