Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin: Tað var upp til fútan at lata innlit

Dan Klein --- 10.08.2018 - 09:27

Gomul Perla: Álit viðv. klagu um sýtan av innliti í mál hjá Tórshavnar kommunu, sum er latið Føroya Landfúta

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna sýtti Norðlýsinum innlit í samskiftið um eina avtalu millum borgarstjóran og ein býráðslim, sum eisini hevði verið leiðari á einum stovni í kommununi.

Umboðsmaðurin helt, at tá eingin ivi kundi vera um, at klagarin bað um innlit í skjøl, sum eftir øllum at døma ikki vóru til skjals, og sum innlit tískil ikki kundi latast í, átti kommunan at hava boðað klagaranum frá hesum.

Umboðsmaðurin vísti samstundis á, at talan var um eitt fyrisitingarligt mál, sum endar við eini avgerð hjá Føroya Landfúta, um grundarlag er fyri at reisa ákæru ella ikki.

Tað var tí fútin, sum sambært § 15, stk. 1 í innlitslógini skuldi taka avgerð um, hvørt innlit skuldi ella kundi verða givið í skjølini frá myndugleikanum.

Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2fAlit+anonymt+201400039.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=9746&NewsID=5634&Action=1

---------------------------

Hetta má liggur fleiri ár aftur í tíðina, men má sigast at vera nokkso bakvent, tí danski fútin er undirlagdur "Folketingets Ombundsmand".

Men soleiðis er tað so mangt í Føroyum.