Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin gav kommununi átalu fyri ikki at hava grundgivið avgerð um innlit

Álit viðv. klagu um at Tórshavnar kommuna partvíst noktaði at geva innlit í mál um leigu av bygningi til læknaviðtaluhøli

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um, at Tórshavnar kommuna bert gav partvíst innlit í skjøl og upplýsingar í einum máli um leigu av einum bygningi til læknaviðtaluhøli uttan at grundgeva nøktandi fyri avgerðini.

Umboðsmaðurin vísti á, at bert at játta partvíst innlit er tað sama sum partvíst at nokta innlit, og at kommunan sambært reglunum í §§ 21 og 23, stk. 1 og 2 í fyrisitingarlógini hevur skyldu til at grundgeva eina noktandi avgerð, samstundis sum hon verður fráboðað, og at vísa á tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á.

Undir klaguviðgerðini gav kommunan klagaranum grundgeving fyri avgerðini um bert at geva partvíst innlit. Umboðsmaðurin viðgjørdi grundgevingarnar hjá kommununi og metti, at í nøkrum førum vóru grundgevingarnar hjá kommununi fyri ikki at veita innlit í ávís skjøl og upplýsingar ikki nóg ítøkiligar, og í øðrum førum varð grundgivið við at vísa á skeiva lógargrein. 

Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri ikki at hava grundgivið sína avgerð um innlit, samstundis sum avgerðin varð fráboðað klagaranum. Samstundis heitti umboðsmaðurin á Tórshavnar kommunu um at viðgera spurningin um innlit í ávís skjøl og upplýsingar av nýggjum. (LUM 18/00074)

Álitið kann lesast her

ReadSpeaker