Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaðurin gav aftur Tórshavnar kommunu eina átalu

Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við útbjóðing av tøkniútgerð til nýggja musikkskúlan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um innlit og útbjóðing av tøkniútgerð til nýggja musikkskúlan í Tórshavn. 

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði grundgivið fyri, hví innlitsumbønin ikki varð svarað  sum skjótast, ella hví innlit varð noktað í ávís skjøl. 

Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at gjøgnumskygni var í útbjóðingini, at veitararnir høvdu fingið javnbjóðis møguleika at bjóða, ella at upplýsingarnar í útbjóðingini vóru nøktandi. 

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av útbjóðingini, og mælti kommununi til at gera greiðar reglur fyri slíkar útbjóðingar. (LUM 19/00027)

Álitið kann lesast herReadSpeaker