Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðsmaður kannar starvssetan í uttanríkistænastuni

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði eg Vinnumálaráðnum frá, at eg umhugsaði at taka málið um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni til viðgerðar av mínum eintingum. Av tí at løgmansst

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði eg Vinnumálaráðnum frá, at eg umhugsaði at taka málið um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni til viðgerðar av mínum eintingum. Av tí at løgmansstjórin var ógegnig, hevði Vinnumálaráðið viðgjørt málið.

Í hesum sambandi vísti eg á eina viðmerking á Vágaportalinum, har sagt varð, at persónur við tøttum tilknýti til løgmansstjóran varð settur í starvið, samstundis sum fleiri aðrir umsøkjarar vóru til starvið, harímillum ein, sum hevði verið fyribilssettur í starvinum síðani á sumri 2011.

Eg bað Vinnumálaráðið um at læna mær skjølini í málinum. Eftir at hava lisið skjølini havi eg í dag boðað Vinnumálaráðnum frá, at eg fari at viðgera hetta mál.

Eg havi í fyrstu atløgu biðið Vinnumálaráðið um at greiða mær nærri frá útbúgvingarkrøvunum í starvslýsingini og luttøkuni hjá einum deildarstjóra og einum ráðgeva á Løgmansskrivstovuni í setanarbólkinum.