Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðini fyri Tórshavnar kommunu vitjaðu heimið hjá Halldóri Laxness

Føroyska ferðalagið vitjaði í gjár Gljúfrasteinn, húsini, har Halldór Laxness og familjan búðu í meira enn fimti ár. Hetta var eisini arbeiðsplássið hjá nobelvinnaranum. Húsini standa óbroytt við upprunaliga innbúgvinum.

Í móttøkuni vísa tey eina multimediaframsýning um Laxness, um hansara lív og hansara verk. Húsini eru nú eisini opin fyri almenninginum.

Halldór Laxness er høgt hevjaður yvir allar aðrar íslendskar rithøvundar í 20. øld og skrivaði eina ómetaliga rúgvu, millum annað 13 stórar romanir, fimm sjónleikir og eina rúgvu av novellum, stuttsøgum og minnisritum. Bøkurnar eru týddar til 43 mál.

Hetta var ein sera hugtakandi vitjan, sigur føroyska ferðalagið.

Kelda: www.torshavn.fo