Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðar Føroya løgting føroysku fólkasálina?

Eg eri hvørja ferð takksamur fyri at vera føroyingur, tá ein av okkara ikki er at síggjast millum okkum longur, hvussu menn tveita alt frá sær fyri at leita eftur tí burturblivna.

Nú vísir tað seg at henda umsorgan og samkensla ikki er galdandi við fólki av fremmandum blóði, sum sigla og virka undir føroyska flagginum.

Henda vanvirðing av manninum sum fórst og teimum sum eftir vóru umborð á Anitu, er av slíkum slagi, at hon skjótt kann smitta tað allarheilagasta í føroysku fólkasálini.

Skamm skulu tit løtingslimir hava fyri, at tit brúka hesa vanlukku at profilera tykkum sjálvi.

Eg vil ikki klóka meg uppá um lóggávan er nøktandi á økinum, men alt skal og kann ikki vera jura.

Ein óvanligur atburður skal hava svar av hægsta staði: Løgtinginum.

Føroya løgting átti at givið reiðaríðnum hjá Anitu harraboð um at fáa fiskireiðskapin innanbora og koma í havn at standa til svars fyri avvarðandi myndugleikum.

s.h.

Ólavur Petersen